University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2024 10 01 At 13 44 18 Erasmus Útbúgvingarsamstarvið Hjá ES Raðfest Barna Og Útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at senda formliga fráboðan til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja samráðast um atlimaskap í Erasmus+

01.10.2024
Setrið

Atlimaskapur í Erasmus+ og tjóðarskrivstova í Føroyum

Landsstýrismaðurin fer at senda formliga fráboðan til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja hava atlimaskap í útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroyar er sera nøgdur við, at hetta neyðuga stigið nú verður tikið 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið boðar í dag frá, at nú verða stig tikin fyri at fáa Føroyum atlimaskap í  útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+.

Erasmus+ er europeiska útbúgvingarskráin, sum hevur til endamáls at fremja samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í ES-londunum og øðrum londum í samstarvinum, og mangir ágóðar fylgja við. M.a. fáa lesandi stuðul til skiftislestur hvør hjá øðrum, og granskarar hava somuleiðis stórar fyrimunir - eisini fíggjarligar - av samstarvinum í Erasmus+.

Í tíðindaskrivinum stendur, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at senda formliga fráboðan til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja samráðast um føroyskan atlimaskap í Erasmus+.

Landsstýrismaðurin fer eisini at skipa eina Erasmus+-tjóðarskrivstovu, sum skal halda til í  Undirvísingarstýrinum. Slíkar tjóðarskrivstovur, sum tað er treyt, at londini í samstarvinum hava,  umsita limaskapin og fíggjarliga stuðulin, og tær standa annars fyri at samskipa virksemið. Tjóðarskrivstovan í Føroyum fer eisini at samstarva við Granskingarráðið, sum hevur ábyrgdina av føroyska partinum av ES-granskingar- og menningarvirkseminum.

Fíggjarætlanin hjá Erasmus+ er 26,2 milliardir evrur fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027. 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya er sera fegin um, at formlig áheitan um samráðingar nú verður send ES-kommissjónini.

- Ja, eg fegnist um, at stig fram móti Eramus+ nú av álvara verða tikin. Hetta fær stóran týdning fyri bæði lesandi og granskarar í Føroyum, og vit kunnu eisini fáa stórt fíggjarligt gagn av samstarvinum. Við størri fíggjarligari megi til til dømis skiftislestur uttanlands, kann Setrið eisini í størri mun enn nú nøkta útlongsilin, sum í løtuni dregur so mong ung av landinum at lesa, sigur rektarin. 

Vantandi limaskapur er eisini ein forðing á øðrum økjum. Setrið er m.a. partur av nýggja europeiska universitetssamstarvinum, EUNICoast, ið hevur fingið 107 milliónir krónur í ES-stuðli, sum hini universitetini í samstarvinum gagnnýta, meðan Fróðskaparsetrið stendur uttanfyri. Lesið meira um tað her.

Lesið alt tíðindaskrivið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum her.

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Helpless Child Child Protection

    Harðskapur í barnaárum álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar

  2. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  3. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum