University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bokaframloga 14.10.2024

Sjúrður Skaale og Hans Andrias Sølvará fara at skifta orð um bókina Frá Kuwait til Kyiv

13.10.2024
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur

Bókaframløga á Reinsarínum í kvøld

Í kvøld klokkan 19.30 verður bókin "Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina" eftir Hans Andrias Sølvará løgd fram á Reinsarínum í Havn  

Hans Andrias Sølvará fer fyrst at greiða frá um bakgrundina og um bókina. Síðani fara Sjúrður Skaale og høvundurin at skifta orð um útgávuna og um Ukraina, Russland, Nato og politisku støðuna sum heild.

Fróðskapur hevur givið bókina út, og Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina. Bókin er 427 síður við myndum og kortum. 

Til ber at keypa nýggju bókina og aðrar útvaldar bøkur frá Fróðskapi fyri serprís.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Helpless Child Child Protection

    Harðskapur í barnaárum álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar

  2. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  3. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum