
Bókaútgáva: Føroysk fonetikk og fonologi
Forlagið de Gruyter Mouton (Berlin/Boston) gevur í hesum døgum út bókina Faroese Phonetics and Phonology eftir Hjalmar P. Petersen og Laurence Voeltzel
Í bókini eru 11 kapitlar um føroyska fonetikk og fonologi, og telur bókin tilsamans 376 blaðsíður. Hon er nummar 34 í røðini Phonology and Phonetics hjá forlagnum.
Bókin er ein fonetiskt grundað fonologi, har høvundarnir nýta Element Theory at greina føroysku sjálv- og hjáljóðaskipanina. Umframt kapitlar, har sjálv- og hjáljóð verða lýst og greinað, eru kapitlar um tey føroysku málførini, um ljóðbroytingar frá gomlum vesturnorrønum til føroyskt, og um samanspælið ímillum fonologi og morfologi.
Arbeiðið byrjaði á sumri í 2020, og Hjalmar og Laurence hava støðugt arbeitt við bókini hesi árini fram til nú, hon kemur út. Bókin fer at vera ein tilvísingarbók um føroyska fonologi og fonetikk í framtíðini, tí hon er einasta bók, sum viðger evnið, har fokus bara er á føroyskt.
Stutt um høvundarnar
Laurence Voeltzel er fonologur. Hon skrivaði doktararitgerð sína við universitetið í Nantes í Fraklandi við heitinum Morphophonology of Scandinavian languages. Segmental hierarchy and syllabic complexity. Nantes: University of Nantes dissertation, 2016, og hon hevur eisini skrivað annað um føroyska fonologi.
Hjalmar P. Petersen er professari í føroyskum málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann serliga granskar í nútíðarføroyskari fonologi, morfologi og syntaksi.
Les meira her.
- 11.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinHans Harryson framfluttur til lektaraHans Harryson er nýggjur lektari á Námsvísindadeildini á...
- 10.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSkrøgg og fakta um útbúgvingar á SetrinumKanska endurtekur søgan seg ikki heilt, men mangan rímar...
- 10.03.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiRáðstevna um persónslagaða viðgerðSteno Miðstøðin og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðs...