Front Elisabeth Anna Holm Bókaútgáva
23.11.2023
Setrið Føroyamálsdeildin Setursskrivstovan
Skriva út

Bókaútgáva: Tilflyting, føroyskt sum annaðmál og fleirmæli

Virda bretska forlagið Routledge gevur í dag bók út eftir Elisabeth Holm á Fróðskaparsetri Føroya um tilflyting, føroyskt sum annaðmál og fleirmæli

- At gera íløgur í føroyskt sum annaðmál er ikki bara umráðandi fyri máltøku hjá tilflytarum og eftirkomarum teirra, men er samstundis stimbrandi íløga í okkara móðurmál, lívsmáttin í tí og er til stórt gagn í víðari høpi samfelagsliga í Føroyum.

Tað sigur bókaaktuella Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetri Føroya og útbúgvingarleiðari á parttíðarútbúgving á Føroyamálsdeildini í føroyskum sum øðrummáli.

Í 2021 fekk hon ph.d.-heiti, tá hon á Heriot-Watt University í Edinburgh vardi ph.d.-ritgerð sína, sum í stuttum snýr seg um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál, og nú hevur Elisabeth Holm so skrivað eina bók, sum bretska forlagið Routledge gevur út í dag.

Bókin ber heitið Migration, Adult Learning and Multilingualism– Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese, og hon byggir á granskingina, sum Elisabeth Holm gjørdi í ph.d.-ritgerðini, sum kallaðist Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi i í sambandi við integratiónin á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar.

Bókin er ein dagførd, tillagað og munandi stytt útgáva av ph.d.-ritgerðini, har tilflytarar av øðrum uppruna enn norðurlendskum, ið eru komnir til Føroya eftir aldarskiftið, eru í miðdepli.

Granskingin, sum lýst er í bókini, er etnografisk og tí kvalitativ, og høvundurin kemur tætt at ymsum máltakarum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum í Føroyum, og fær innlit í bakgrund, lívskor og royndir teirra at navigera og finna seg til rættis í fleirmælta veruleika okkara í dag.

Í bókini verður serligur dentur lagdur á royndirnar hjá tilflytarum við at læra eitt fáment mál sum føroyskt, á ójavnbjóðis atgongd, møguleikar og fortreytir fyri at læra føroyskt, og á ymisk støðutreytað viðurskifti, ið ávirka annaðmálsmáltøku.

Víst verður á avmarkaðu møguleikarnar at læra mál á ófaklærdum starvsøkjum, á tær forðingar, sum tilflytarar møta í royndini at finna arbeiði, ið samsvarar við teirra førleikar, og á tær avleiðingar, ið hesi viðurskifti í føroyska samfelagnum kunnu hava fyri borgarar, ið hava annan uppruna enn norðurlendskan.

Í stuttum lýsir bókin leiklutin, sum mál(ið) spælir, tá um ræður at lata dyr upp til samfelagið, og hvussu grundarlagið fyri nýmæli í føroyskum kann verða máað undan teimum í hesari prosessini.

Harumframt – við røddum tilflytaranna – vísir hon á støðutreytaðu umstøðurnar, har føroyskt og danskt eru heft at yrkismenning, flytføri á arbeiðsmarknaðinum og tilgongdum viðvíkjandi inklusjón og eksklusjón.

- Ein demokratiskur spurningur
Áhugin hjá Elisabeth Holm fyri hesum granskingarøkinum er - umframt vanligt granskaraforvitni - heftur at spurninginum um demokratiska inklusión av tilflytarum í Føroyum. Og so heldur hon, at granskingargrundað vitan er lykilin til at skapa menning.

- Fyri at skapa eitt samfelag, har allir borgarar í landinum hava somu demokratisku rættindi og atgongd til útbúgving, arbeiði og almennar tænastur, er neyðugt at hava holla vitan um og innlit í umstøður og avbjóðingar hjá borgarum í Føroyum, ið hava annan uppruna enn føroyskan. Tað gevur granskingin hjá mær eina støðulýsing av og eitt íkast til, sigur hon.

Altjóðagerðin og vaksandi tilflytingin til Føroya av fólki, ið kemur úr øllum heiminum, setur krøv til myndugleikar og skipanir í føroyska samfelagnum, herundir fólkaskúlan, málundirvísing fyri vaksnar tilflytarar og viðurskifti, ið kunnu fremja inklusjón á arbeiðsmarknaðinum.

- Máltøka er altíð samansett og støðutreytað, sigur Elisabeth Holm og sigur aftur, at íløga í føroyskt sum annaðmál og annaðmálsundirvísing er alneyðug, ikki bert fyri trivnað og inklusjón av nýggjum borgarum, men eisini fyri, at føroyskt skal yvirliva sum mál.

- Við støði í gransking mínari seti eg tó spurnartekn við eintýdda diskursin um, at málið (føroyskt) er einasti lykilin til føroyska arbeiðsmarknaðin og virkna luttøku í samfelagnum.

- Málið hevur sjálvsagt stóran týdning, men at læra føroyskt er ikki nóg mikið. Tað vísa royndirnar hjá fleiri tilflytarum, ið hava luttikið í kanning mínari, og tað mugu vit sum samfelag taka til okkum. Neyðugt er eisini at taka atlit at ymsu forðingunum av strukturellum slagi, sum ávirka bæði máltøku og javnbjóðis atgongd til arbeiðsmarknaðin. Strukturellar forðingar fevna millum annað um slag av uppihalds- og arbeiðsloyvi, um drúgvu tilgongdina til at fáa varandi uppihaldsloyvi, um at verða faslæst í málsliga avbyrgdum størvum, avleiðingar av førleikamissi og vantandi atgongd til málskeið (herundir eisini talgild læringsamboð), ið kann nøkta tørvin hjá einstaklingum ella ymiskum málbólkum, sigur Elisabeth Holm og leggur aftrat, at henda granskingin varpar ljós á viðurskifti, ið tað ber til hjá myndugleikum og arbeiðsgevarum at gera nakað við.

- Vit eiga eisini at brúka vitanina til at menna gransking á nevndu økjum, sigur hon at enda.

Bókina gevur bretska forlagið út í røðini Routledge Critical Studies in Multilingualism. Tað ber í sær, at bókin verður tøk á universitetsbókasøvnum kring allan knøttin, serliga ætlað studentum, granskarum og øðrum, ið hava áhuga í fleirmæli í útjaðarum og oyggjasamfeløgum, í støðuni hjá smámálum í globaliseraða heiminum og málsligari burðardygd, serliga tá tað ræður um annaðmálsundirvísing, kristiska samfelagsmálfrøði, lingvistiska antropologi, migratión og nýtslumálfrøði (applied linguistics).

Bókin fæst til keyps her.