
F.v. Carl Engelsen, stjóri á Institut Français í Keypmannahavn, Malan Marnersdóttir, professari, Hanna Jensen, franskur konsul, Christophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark, Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, framman fyri Setursskrivstovuni á Debesartrøð
Franski sendiharrin vitjar Setrið
Christophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark, hevur verið á fundi við Martin Tvede Zachariasen, rektara, um samstarvsmøguleikar millum Setrið og universitet í Fraklandi
Franski sendiharrin í Danmark er á arbeiðsvitjan í Føroyum í hesum døgum, og seinnapartin í gjár kom hann saman við fylgi á fund á Setursskrivstovuni fyri at kunna seg um virksemið á Fróðskaparsetrinum og at umrøða møguligt samstarv millum Setrið og universitet í Fraklandi.
Við á fundinum vóru Carl Engelsen, stjóri á Institut Français í Keypmannahavn, Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya, Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, Christophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark, Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Johan Hansen, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya.
Á fundinum varð m.a. umrøtt, at í longdini eru møguleikar fyri skiftislestri millum Fróðskaparsetur Føroya og fronsk universitet.