Serrit Frodskaparrit 70 2
06.12.2024
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Fróðskaparrit um menniskjarættindi í Føroyum

Fróðskapur hevur givið út serrit av Fróðskaparritum við heitinum: Menniskjarættindi í Føroyum

Erika A. Hayfield og Heini í Skorini, lektarar á Søgu- og samfelagsdeildini, hava ritstjórnað hesa útgávu, sum hevur sjey greinar, sum 14 høvundar hava skrivað um sera fjølbroytt evni. Evnini snúgva seg m.a. um:

-    Søguliga kjakið um javnstøðulógina
-    Fólksligan hugburð til fosturtøku í Føroyum
-    Søguna um sálarsjúk í Føroyum
-    Integratión í føroyskum fólkaskúlum
-    Filosofiska grundarlagið undir mannarættindunum
-    Hvussu mannarættindi verða tulkað og sett í verk í praksis
-    Altjóða kjakið um abort-lóggávu í Føroyum

Ritstjórarnir siga soleiðis í fororðinum til ritið:

- Okkara endamál við hesum serriti er at greina menniskjarættindi og útvega vitan, sum kann fremja tilvitsku og lærdóm. Allar hugsanir um menniskjarættindi, sum áseta reglur ella fyrimyndir, eru umstríddar og skapa av sonnum ósemju, tí royndin at verkseta menniskja-rættindi hevur við grundleggjandi etisk, mentanarlig og religiøs viðurskifti at gera, sum ikki almenn semja er um: Hvat er eitt rættvíst samfelag? Hvat er eitt tignarligt  lív? Hvørja ábyrgd hevur staturin mótvegis tí einstaka? Og hvørji eru mørkini millum menniskjarættindi og skyldurnar hjá menniskjanum?

Serritið um menniskjarættindi er 188 síður og finst talgilt á heimasíðu forlagsins. Til ber at taka eitt samlað skjal niður ella greinarnar hvør sær.

Fróðskaparrit er vísindatíðarrit, sum er komið út síðani 1952. Fram til 2020 kom ritið árliga í prentaðari útgávu. Síðani rit nr. 67  er ritið bert tøkt talgilt.

Tað er forlagið Fróðskapur, sum gevur Fróðskaparrit út. 

Í ritstjórnini fyri Fróðskaparrit eru Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará, Marin Strøm og Eyðfinn Magnussen. 

Erika Hayfield og Heini í Skorini vóru 10. desember gestir í GMF hjá Kringvarpi Føroya, har tey greiddu frá greinunum í serritgerðini hjá Frtóðskaparriti.

Hoyrið samrøðuna frá tíðarkotu 54:19 her.