University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hans Harryson NÁD 2
11.03.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Hans Harryson framfluttur til lektara

Hans Harryson er nýggjur lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
  
Hans hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2008. Frá 2014 til 2018 var hann innskrivaður sum phd.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og á Aarhus universitet. Talan var um eina sokallaða dupulta innskriving (double degree).

Her hevur Hans júst staðið sína ph.d.-verju og fær prógv og blómur frá Sigurð í Jákupsstovu, sum tá var rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Eftir loknan ph.d.-lestur hevur Hans arbeitt sum ávikavist undirvísari, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina og sum varadekanur á Námsvísindadeildini. 

Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara og síðani til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum: 1) vísindaligar útgávur, 2) undirvísing og vegleiðing, 3) miðlan av gransking og 4) fyrisitingarligar royndir.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá Hansi luku allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at Hans verður útnevndur lektari á Fróðskaparsetri Føroya. 

Í metingarnevndini sótu Anna Kristín Sigurðardóttir, professari á Háskúla Íslands, Elsebeth Jensen, lektari og dekanur á VIA, Aarhus og Malan Marnersdóttir, professari emerita, Fróðskaparsetur Føroya. 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  2. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum

  3. Screenshot 2025 04 28 At 09 47 24 Universitetsbókasavnið Skal Styrkjast

    Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið