Knud Simonsen
30.01.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

HÚK, - eitt nógv roynt mið

Fleiri enn 1000 teldur hava roynt at heinta nýggju HÚK-skipanina tey fyrstu 5 døgnini, ið hon hevur verið tøk á netinum. Hetta er nógv meira enn teir, ið hava ment HÚK-skipanina, høvdu vantað.


Hósdagin 29. januar klokkan 22.00 vísti loggurin hjá heimasíðuni www.mid.fo, at 1046 ip-adressur høvdu roynt at heinta HÚK-skipanina. Av teimum hevði onkur verið inni á skipanini fleiri ferðir. Nú er ikki givið, at heintanin av netinum hevur eyðnast fyrstu ferð hjá øllum, so talið av HÚK-brúkarum er óiva nakað minni, men teir, ið hava ment skipanina, eru ovfarnir av stóru undirtøkuni.

Flest vitjanir vóru mánadagin 26. januar, tá 474 teldur vóru inni á www.mid.fo. Mesta trýstið henda dagin var eftir tíðindasendingina hjá ÚF á middegi, og eftir Degi og Viku hjá SVF, sum bæði høvdu tíðindastubbar um HÚK. Tá stóð nógv á telduskipanini hjá Fróðskaparasetrinum, ið hýsir HÚK-skipanini. Sum heild hevur tað gingið fínt, verður sagt av Teldutænastuni hjá Fróðskaparsetrinum, sum fegnast um, at teir kunnu vera við til at gera amboð, ið eru ment í samstarvi millum granskingarstovnar, vinnufyritøkur og einstaklingar,  atkomilig hjá almenninginum.