Kanna føroyskar rottur
Á Fróðskaparsetrinum eru vit nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið. Rotturnar skulu nýtast til kanningar, sum skulu staðfesta, um ein ávís bakteria er at finna í føroyskum rottunum. Eisini er ætlanin at kanna, hvørjar parasittar rotturnar hava og at gera DNA-kanningar av rottunum.
Fyrsti partur av verkætlanin er at kanna, í hvønn mun føroyskar rottur eru fongdar við bakteriuni Leptospira interrogans. Hetta er ein bakteria, sum kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og dýr kunnu fáa.
Sjúkueyðkenni minna ofta um influensu við nógvum fepri, høvuðpínu og eymum vøddum, serliga í beinum og lendum. Sjúkan verður viðgjørd við pensilini ella øðrum antibiotika, men er tó ikki vandamikil. Í summum førum kann bakterian tó føra til meira álvarsligar sjúkur, sum fólk í ringasta føri kunnu doyggja av. Hetta er tó sera óvanligt, men í summar doyði ein maður í Danmark av leptospirosa. Hetta hendi, eftir at hann var vorðin smittaður í einum kjallara, sum fyltist við kloakkvatni eftir nógv glopraregn. Kanningar vístu seinri, at kloakkvatnið var fongt við leptospira bakteriuni. Hetta er fyrstu ferð, tey vita um, at nakar er deyður av hesi bakteriuni í Danmark.
VAR FYRR EIN TROPUOSJÚKA
Fyrr var hildið, at leptospirosa var ein tropisk sjúka, men veðurlagsbroytingarnar, sum verið hava tey seinnu árini, hava ført við sær meira regn og heitari veður. Hetta hevur ført við sær, at leptospirosabakterian hevur flutt seg longur norðureftir. Talan er sostatt ikki longur um eina tropiska sjúku. Danskar kanningar vísa, at í Keypmannahavn eru 50% av rottunum fongdar við bakteriuni. Vit vita enn, ikki hvussu støðan er í Føroyum, men vónandi verða vit klókari um ikki so langa tíð.
SMITTAN
Smittukeldan til leptospirosa er sum oftast gnagdýr, sum liva á landi. Um okkara leiðir eru tað serliga rottur og mýs, sum eru smittuberarar. Fólk verða tó ikki smittað beinleiðis av rottum ella mýs, men antin tí tey hava nortið við land frá dýrum, sum eru fongd við bakteriuni, ella av vatni, sum er fongt við bakteriuni. Hetta kemst av, at rottur og mýs, sum eru fongd við bakteriuni, hava stórar nøgdir av bakteriuni í nýrunum. Tá dýrið pissar, verður bakterian førd til umhvørvið, har rotturnar og mýsnar liva. Í Danmark eru 50% av rottunum fongdar við hesi bakteriuni, men hvussu støðan er í Føroyum, vita vit ikki.
FØROYSKA VERKÆTLANIN
Nú er so ætlanin at kanna, um bakterian er at finna í føroyskum rottum, og um so er, hvussu vanligar tær eru, og um tað er munur á ymsastaðni í Føroyum. Tað er Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, sum stendur fyri kanningini, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar á KU-Life á Keypmannahavnar Universiteti, sum er nýggja navnið fyri stovnin, sum fyrr æt Landboháskúlin.
Umframt at kann leptospirabakteriuna í rottunum, er eisini ætlanina at kanna, hvørjum parasittum rotturnar eru fongdar við, bæði uttan og inni í kroppinum. Ætlanin er eisini at gera DNA-kanningar av rottunum, fyri at vita hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar í teimum ymisku føroysku bygdunum.
SAVNA ROTTUR
Fyri at kunna gera hesar kanningar er neyðugt at fáa fatur á rottum frá ymiskum støðum kring landið. Fleiri, jú betur. Avtala er gjørd við rottufangaran hjá Tórshavnar kommunu um at koma á Náttúruvísindadeildina við teimum deyðu rottunum, sum hann fær fatur á. Eisini er avtala gjørd við onkur fólk kring landið um at koma við rottum.
Men av tí at brúk er fyri nógvum rottum frá so nógvum støðum sum møguligt, er ynskiligt at fáa fatur á fólki sum kunnu hjálpa til við innsavningini av rottum. Tað vildi tí glett meg almikið, um tað eru fólk kring landið, sum vildu hjálpt mær við hesum. Hetta kann gerast við at seta fellur upp til endamálið ella at koma við rottum, sum fólk av einihvørjari grund hava fingið fatur á.
So hevur tú fingið eina rottu:
- Koyra rottuna í ein plastikkposa.
- Skriva á ein seðil nær og í hvørjari bygd rottan er fingin. Um talan er um bygd øki, skrivað so eisini gøtunavn og nummar á seðilin.
- Legg seðilin í plastikkposan. Bind væl fyri, og legg posan í frystaran.
So kann eg fáa rotturnar, tá høvið býðst.
Ert tú við uppá hetta, ella er tað okkurt, sum tú er í iva um, so skrivað ella ring til:
Eyðfinn Magnussen
Teldupost: eydfinnm@setur.fo
Fartelefon: 265 831
Náttúruvísindadeildin
Náatún 3 FO-100
Tórshavn
Lurta eftir innslagnum í ‘Góaðan morgun Føroyar’ 19. desember 2011 (15 minuttir).
Hygg at innslagi í 'Degi og Viku' 3. februar 2012 (2:48 minutes 5.1 Mb, wlmp format).
Pecha kucha framløga á Hotel Føroyum 11. oktober 2012 (pdf-format, 40 kb)
Les grein í Dimmalætting 7. november 2012.
Les eisini:
Rottebekæmpelse, heimasíðan hjá Naturstyrelsen
Faldarin frá Miljøministeriet "Rotters smitterisiko"
Leptospira, Weils sygdom
To tilfælde af leptospirose i forbindelse med skybruddet den 2. juli 2011
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...