Lestrarkafé 6 November 2023
06.11.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Lestrarkafé um próvtøkuótta

Seinasta lestrarkaféin hesumegin jól verður í dag klokkan 13:00 í høli 209 í Sjóvinnuhúsinum

Lestrarvegleiðingin á Setrinum heldur javnan lestrarkaféir fyri lesandi á Setrinum, har viðkomandi evni verða sett á breddan, og har lesandi samstundis koma saman sosialt.

Klokkan 13:00 í dag, mánadagin 6. november, verður nýbryggjað kaffi og okkurt gott afturvið at fáa í høli 209 í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju, og klokkan 14:00 fer Annika Helgadóttir at hava framløgu um próvtøkuótta.

Annika Helgadóttir er adjunktur í sálarfrøði á Setrinum.

Møtið fjølment!