Freerangestock koppseting.jpg
Meðan undirtøkan fyri koronukoppseting í til dømis USA er 51 prosent, er hon heili 87 prosent í Føroyum (Foto: Freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
28.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Nýggj kanning: 87 prosent siga ja til koppseting

Næstan øll taka undir við átøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava framt í royndunum at basa koronu-farsóttini. Og næstan øll siga ja takk til koppseting. Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt í mai og juni í ár

Allarflestu føroyingar eru væl nøgdir við háttin, ið føroyskir myndugleikar hava handfarið koronu-farsóttina. Tey allarflestu taka eisini undir við tiltøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava sett í verk ímóti koronu. Samanborið við onnur lond er álitið stórt á myndugleikarnar. Næstan øll siga ja takk til koppseting. Men umleið fimtihvør ber ótta fyri langtíðarárinum av koppsetingini.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt í mai og juni í 2021. Umleið 1000 fólk hava luttikið í kanningini, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, og hvørs endamál er at kanna álit á vísindaligar myndugleikar og hugburð til ymiskar samfelagsligar og vísindaligar spurningar (t.d. koronu, veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd, stovnsrøkt og veiðutrýst). Greiningarfyritøkan Lóður hevur stjórnað kanningini, og Heini í Skorini, adjunktur og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgdina av verkætlanini.

Kanningin er gjørd í samstarvi við stóra granskingarverkætlan á Århus Universitet, sum ber heitið HOPE (”How Democracies Cope with Covid”), og sum verður fíggjað av Carlsberg-grunninum. Tí hevur verið gjørligt at seta nakrar av somu spurningunum í átta evropeiskum londum aftrat Føroyum. Og tí ber til at samanbera Føroyar við onnur lond.

Stórt álit á myndugleikarnar

Ein partur av kanningini snýr seg um hugburð til aktuellar spurningar viðvíkjandi koronu. Og kanningin gevur ábendingar um, at føroyingar hava stórt álit á heilsumyndugleikarnar, og at føroyingar í stóran mun taka undir við leistinum, sum føroyskir myndugleikar hava stungið út í kortið.

Mynd 1 vísir, at ein stórur meiriluti (umleið 70 prosent) svarar, at tiltøkini ímóti koronufarsóttini hava verið hóskandi. Síðani halda tveir minnilutar upp á góð 10 prosent, at føroyska samfelagið antin hevur gjørt ov nógv ella ov lítið av.

Mynd 1:

Kanningin spyr eisini, hvussu nøgdir føroyingar eru við háttin, sum ymiskir partar hava handfarið koronufarsóttina. Her fáa bæði heilsumyndugleikar, farsóttarnevndin og Føroya landsstýrið sera góð skoðsmál frá føroyingum. Tó fáa heilsumyndugleikarnir og farsóttarnevndin betri skoðsmál enn Føroya landsstýri.

Mynd 2:

Mynd 3:

Mynd 4:

Næstan øll siga ja til koppseting

Ein annar partur av kanningini snýr seg um hugburðin til koppseting fyri koronu. Higartil hevur umleið helvtin av fólkatalinum (umleið 26.000 fólk) fingið fyrra prikið, og ein triðingur (umleið 18.000 fólk) hevur fingið seinna prikið. Í almenna rúminum hevur kjak verið um koppsetingina. Men sambært hesi kanningini siga næstan øll (87 prosent), at tey antin eru koppsett ella ætla at lata seg koppseta.

Sum sæst í mynd 5 er hetta talið sera høgt samanborið við onnur lond í Evropa og við USA.

Mynd 5:

Kanningin spurdi eisini tey, sum ikki eru koppsett enn, um tey ætla at fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum, um ein góðkend vaksina verður viðmæld. Her svara umleið 20 prosent, at tey antin eru púra ósamd ella lutvíst ósamd í útsøgnini um, at tey vilja fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum. Men hetta eru altso bara 20 prosent av teimum, sum ikki eru koppsett enn.

Mynd 6:

Spurningurin er so, hvør sigur nei takk til koppseting. Her vísir kanningin ein samanhang ímillum t.d. aldur og hugin at lata seg koppseta. Tey, sum eru mest skeptisk, eru tey í aldrinum 30-44 ár.

Mynd 7:

Kanningin biður eisini fólk um at plasera seg sjálv á einum høgra/vinstra-stiga fyri at kanna, hvørja ávirkan politisk hugsjón hevur á støðutakan til ymsar spurningar. Tá tað snýr seg um koppseting, sæst ein samanhangur ímillum politiska hugsjón og sannlíkindini fyri at siga ja til koppseting. Jú longri til høgru, ein sigur seg vera, jú størri eru sannlíkindini fyri at siga nei til koppseting.

Mynd 8:

Ein annar spurningur snýr seg um langtíðarárin av koppseting fyri koronu. Her siga góð 20 prosent, at tey í stóran mun ella í ávísan mun bera ótta fyri negativum avleiðingum í longdini. Í sambandi við hendan spurninginin er óttin størstur millum tey ungu í aldrinum frá 18-29 ár.

Mynd 9:

Føroyar í altjóða høpi

Sum sagt, so eru nakrir spurningar settir í átta ymiskum londum aftrat Føroyum í mai og juni í 2021. Úrslitini niðanfyri vísa nøgdina av teimum, sum svara, at tey antin eru púra samd ella lutvíst samd í útsagnunum í talvunum niðanfyri. Talvurnar vísa, at ein meirluti upp á umleið 60 prosent heldur, at landsstýrið hevur ført neyðuga politikkin fyri at handfara koronusmittuna. Harumframt halda lutfalsliga fá (12-16 prosent), at tey hava orsøk til at stúra fyri sínum demokratisku rættindum; at myndugleikarnir fjala upplýsingar um koronu; ella at tiltøkini ímóti koronu-smittuni hava verið ov víðgongd. Svarini til hesar spurningar vísa, at føroysku tølini eru tey lægstu í allari kanningini.

Mynd 10:

Mynd 11:

Mynd 12:

Mynd 13:

Spurningurin er so: Eru hesi úrslitini góð ella ring?

Tað veldst um eygað, sum sær. Øðrumegin er gott, at álitið ímillum borgarar og myndugleikar er stórt. Og sambært nógvum altjóða kanningum er stórt álit eitt sereyðkenni í norðurlendskum samfeløgum. Hinvegin er eitt sterkt demokrati eisini eyðkent av kritikki, ósemjum og livandi kjaki, eisini um tað, sum vísindaligir og politiskir myndugleikar bera fram á torg. Tí kunnu úrslitini tulkast á ymiskan hátt. Men sum heild gevur kanningin ábendingar um sera stórt álit ímillum borgarar og myndugleikar í Føroyum.