2012-Setur.fo_Bygningar-067.jpg
27.11.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ph.d.-skeið í granskingaretikki í smáum samfeløgum

18-19. apríl 2024 verður spennandi ph.d.-skeið fyri núverandi og komandi granskarar í granskingaretikki, har dentur verður lagdur á støðuetikk, tá granskað verður í smáum samfeløgum. Skeiðið verður hildið á føroyskum

Hví er neyðugt við meira enn standardetikki, tá granskað verður í smáum samfeløgum?

Felags fyri alla gransking er, at hon skal lúka granskingaretiskar meginreglur. Talan eru um meginreglur, sum granskarar skulu taka við, tá granskingarverkætlan verður løgd til rættis, áðrenn farið verður undir sjálva granskingina. Slíkar meginreglur eru vanliga mentar í stórum samfeløgum, har fólk lættari kunnu verða dulnevnd, og har sambond millum fólk í nógv minni mun umskarast enn í Føroyum.

Hóast granskingaretiskar meginreglur eru neyðugar hjá granskarum at halda seg til, leggja hesar sjáldan upp fyri veruleikan í smásamfeløgum. Tá granskarar í smásamfeløgum fara undir at granska, íkoma støður ofta, har lítil hjálp er at finna í meginreglum, og hesar kunnu enntá vera í andsøgn við veruleikan, sum granskarin er í.

Tá granskað verður í smásamfeløgum við tøttum sambondum, eru krøvini til granskarar tí ofta øðrvísi, og neyðugt er at eyðmerkja støðurnar, har hesar meginreglur eru í vága. Hetta krevur av granskarum, at teir menna eitt serligt varsemi og førleika at meta um etiskt týðandi støður. Í tílíkum støðum skulu granskarar m.a. tryggja áhaldandi samtykki frá luttakarum, taka stig til at tryggja trúnaðin hjá teimum, sum luttaka í størri mun, enn tá granskað verður í størri samfeløgum, leggja upp fyri fleirsambondum millum fólk og arbeiða við valdsójavnvágum. Hesi viðurskifti og onnur, sum knýta seg at støðuetikki í smásamfeløgum, er tað, sum hetta phd-skeiðið fer at miðsavna seg um.

Endamálið við skeiðinum er tí, at lesandi menna tilvit um etiskt týðandi støður og førleikar at handfara tílíkar støður. Somuleiðis verður kjakast um týdningin av refleksiviteti í allari granskingartilgongdini viðvíkjandi tíðliga og áhaldandi at eyðmerkja støður, ið kunnu gerast ein avbjóðing. Hetta verður m.a. gjørt við at taka støði í granskingarverkætlanunum hjá teimum, sum luttaka. Arbeitt verður við at skapa tilvit um hesar støður heilt frá sniðgeving av kanningini, innsavning av tilfari, greining av innsavnaða tilfarinum og at enda miðlan av úrslitum.

Áðrenn skeiðið skulu umsøkjarar lata inn eina reflektiónsuppgávu (umleið 1.500 orð) um sína gransking.

Tilfarið skal skrivast á føroyskum, donskum ella enskum. Luttakarar leggja tilfarið fram og kjakast um hetta í plenum. Harumframt fevnir skeiðið um stuttar fyrilestrar um týðandi hugtøk, sum verða grundarlag undir kjakunum, og sum eru ætlaðir til íblásturs og amboð at viðgera støðurnar.

Skeiðið varar í hálvan annan dag og telur 2 ECTS-stig. Málbólkurin er ph.d.-lesandi og tey, ið ætla sær undir eina ph.d.-verkætlan í samfelags-, heilsu- ella hugvísindum. Lesandi skulu hava lokið masternám.

Skeiðið er ókeypis fyri starvsfólk og phd.-lesandi á Setrinum og kostar 2.000 krónur fyri onnur.

Undirvíst verður á føroyskum.

Undirvísarar eru Erika Hayfield og Anna Sofía Fjallheim.

Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.

Lesið skeiðslýsingina her.

Umsóknarfreist er 15. mars 2024.

Umsóknarblað fæst her.