Setrið vertur fyri norðurlendskar lestrarvegleiðarar
- Tað er so týdningarmikið, at vit altjóðalestrarvegleiðarar møtast og viðgera m.a. skiftislesnað hjá sjúkrarøktarfrøðilesandi og annars skifta orð um tað, sum rørir seg á hesum útbúgvingarøkinum, sigur Johild Dulavík, lestrarvegleiðari á Setrinum
Frá 21. til 24. august hittust lestrarvegleiðarar í norðurlendska netverkinum, Nordkvist, sum bleiv stovnað í 1994.
Hesaferð var Fróðskaparsetur Føroya vertur, og Johild Dulavík, lestrarvegleiðari/altjóðalestrarvegleiðari á Deildini fyri heilsu– og sjúkrarøktarvísindi fyriskipaði ársfundin.
Í netverkinum eru øll Norðurlond umboðað, Føroyar, Ísland, Noreg, Danmark, Svøríki, Finnland, Áland og Grønland.
Nordkvist verður fíggjað av Norðurlandaráðanum.
Høvuðsuppgávan hjá altjóðalestrarvegleiðara er at kunna um og stuðla lesandi í at fara til annað land í starvsvenjing í longri ella styttri tíðarskeið undir útbúgvingini.
Lesandi hava rætt til at søkja um peningaligan stuðul frá Nordplus til slíkar ferðir.
Endamálið við skiftislesnaðinum er at lesandi fær innlit í, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar veita sjúkrarøkt í øðrum londum, umframt at fáa samband við lesandi í vertslandinum.
Stórt virði í at møtast
- Vit meta, at tað hevur stóran týdning, at vit hittast eina ferð um árið. Tað er gott at vera saman við teimum, sum vit samstarva við um skiftislesnað, og ikki minst at deila vitan og fáa íblástur. Ein kann jú hugsa, at hugtakið sjúkrarøkt er eins í øllum Norðurlondum, men altíð kemur okkurt nýtt og øðrvísi fram, tá vit kjakast, og sum vit øll kunnu taka við okkum, sigur Johild Dulavík.
Týdningarmest er at sita yvir av hvør øðrum og kjakast um framtíðarmøguleikar hjá lesandi, heldur hon.
- Øll lond hava meiri og minni avbjóðingar, tá tað kemur til skiftislesnað, og tí liggur stórt virði í at viðgera slíkar avbjóðingar í felag og finna loysnir og aðrar møguleikar saman, sigur Johild Dulavík, lestrarvegleiðari.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...