Martin Tvede Zachariasen Prógvhandan 28.6.24 33
Martin Tvede Zachariasen, rektari
10.03.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Kanska endurtekur søgan seg ikki heilt, men mangan rímar hon.

Í almenna orðaskiftinum um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya hava søgufrøðingar og teirra útbúgving á Setrinum mangan lagt rygg til skeiv uppáhald, og soleiðis er aftur nú.

Í síðstu viku skrivaði Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, lesarabræv undir yvirskriftini “Skulu vit hava 20 nýggjar søgufrøðingar um árið?”. Í tekstinum stendur, at eftirsum Fróðskaparsetur Føroya hevur pláss fyri 20 lesandi í søgu um árið, so merkir hetta, at vit um fimm ár í roynd og veru kunnu hava 100 nýútbúnar søgufrøðingar.

Veruligu tølini siga eina aðra søgu.

Gamaní hevur Setrið 20 stólar tøkar til møguligar umsøkjarar, men sjáldan er fult teknað. Vanligt er eisini, eins og á universitetsútbúgvingum aðrastaðni, at lesandi av mongum ymsum grundum falla frá lestrinum, og tí er skilagott at royna at fáa fleiri við frá byrjan. 

Hagtøl hjá Fróðskaparsetri Føroya vísa, at 45 bachelorprógv eru latin til fólk, sum hava verið innskrivað til lestur í søgufrøði síðani 2010. Hetta svarar til gott fýra bachelorar um árið í miðal. Lutfalsliga lítla útbúgvingin í søgufrøði verður rikin í samlestri við aðrar útbúgvingar fyri at fáa so skynsaman rakstur sum møguligt.

Á Fróðskaparsetri Føroya taka vit væl ímóti orðaskifti um okkara útbúgvingartilboð, og vit taka eisini tørvin á útbúnari arbeiðsmegi á privata arbeiðsmarknaðinum í álvara. Men vit harmast um, at ein ávís útbúgving á henda hátt aftur skal standa fyri skotum á skeivum grundarlagi. Sjálvandi skulu vit eins og onnur universitet granska og undirvísa á høgum stigi í altjóða og europeiskari søgu, men tað er einans á Søgu- og samfelagsdeildini á okkara føroyska universiteti, at tað eisini verður granskað og undirvíst í føroyskari søgu. Søga hevur týdning, og í Føroyum hevur føroysk søga týdning. Á Fróðskaparsetrinum hava vit sjálvandi eina serliga skyldu til at fremja og virka fyri gransking á hægsta stigi í føroyskum máli og mentan.

Einki talar fyri, at teir fýra-fimm søgufrøðingarnir, sum árliga verða útbúnir í Føroyum, ganga fyri einki. Tvørturímóti.

Fróðskaparsetur Føroya ger støðugt kanningar av, hvat fólk, sum hava staðið prógv á Setrinum, fáast við eitt ár eftir loknan lestur. Seinastu tølini eru frá 2023. Tey vísa, at 95 prosent annaðhvørt eru í starvi ella eru farin undir enn hægri lestur. Nýggj kanning er gjørd, og tølini verða nú viðgjørd.

Til endans er at siga, at fína søguútbúgvingin gevur fólki fjølbroyttar starvsmøguleikar á miðnámsskúlum, søvnum, í samskiftismiðlum, embætisverki og í privata handils- og vinnulívinum, eitt nú hjá útflutningsfyritøkum. Og nú hava vit aftur latið upp fyri umsóknum og vóna, at mong vilja søkja.

Lesið meira um søguútbúgvingina her.