University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
04.02.2019
Altjóða Skrivstovan

Umsóknarblað til stuðul frá north2north

Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north.

Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 15. februar 2019.

North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north-ætlanini eru Aarhus UniversitetCenter for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske UniversitetRoskilde UniversitetIlisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi)Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.

Fullfíggjaður listi yvir luttakarar sæst HER

Lesandi skulu fylla út umsóknarblað og senda tað til setur@setur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019. Umsóknarblaðið kann takast niður við at trýsta HER.

Granskarir skulu fylla út eitt umsóknarblað á heimasíðuni hjá UArctic, eisini í seinasta lagi fríggjadagin 15. februar 2019. Umsóknarblaðið er at finna á hesum leinki

Nærri kunning um north2north finnur tú HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  2. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum

  3. Screenshot 2025 04 28 At 09 47 24 Universitetsbókasavnið Skal Styrkjast

    Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið