04.07.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Umsóknir á optagelse.dk

Søkir tú um upptøku á hægri lestri uttan danskt cpr.nummar og NemID, skalt tú senda eina undirskrivaða síðu til hvørja útbúgving, sum tú søkir inná.


Síðan, sum tú skalt skriva undir, kemur fram, tá tú ert liðug/ur við umsóknina hjá tær inni á optagelse.dk. Tað vil siga hevur valt allar útbúgvingarnar ella útbúgvingina, ið tú ynskir at sleppa inná.

Tá útbúgvingarstøðini hava móttikið undirskrivaðu síðuna frá tær, kunnu tey heinta umsóknina hjá tær á optagelse.dk. Útbúgvingarstøðini skulu hava undirskrivaðu síðuna hjá tær í hendi áðrenn umsóknarfreistina:

  • 15. mars kl. 12.00 fyri kvotu 2-umsøkjarar.
  • 5. juli kl. 12.00 fyri kvotu 1-umsøkjarar.


Týdningarmikil ting, sum tú mást minnast til (!)

  • Tú skalt senda eina undirskrivaða síðu fyri hvørja útbúgving, sum tú søkir inná, til tað útbúgvingarstaðið, sum býður útbúgvingina út.
  • Um tú søkir inn á fleiri útbúgvingar á sama útbúgvingarstaði, skalt tú senda eina undirskrivaða síðu fyri hvørja útbúgving.
  • Tú skalt skriva undir við hond.
  • Undirskrivaða síðan kann ikki leggjast inn á optagelse.dk, men hon skal sendast fyri seg við vanligum posti ella við telduposti, um útbúgvingarstaðið góðtekur, at mann sendir teimum undirskrivaðu síðuna við telduposti.
  • Um tú sendir undirskrivaðu síðuna við telduposti, skalt tú skriva pappírið at skriva undir út, skriva undir og skanna hana inn ella taka eina mynd av henni og síðani festa undirskrivaðu síðuna við teldupostin.
  • Tú skalt sjálv/ur leggja prógv og onnur skjalprógv inn á optagelse.dk.
  • Tú skalt sjálv/ur kanna umsóknarfreistina fyri at leggja fylgiskjøl við umsóknini og krøv til skjalprógvan á heimasíðunum hjá útbúgvingarstøðunum.
  • Á optagelse.dk kanst tú broyta tínar útbúgvingarraðfestingar, sletta umsóknir og leggja fylgiskjøl inná, áðrenn 5. juli kl. 12.00.


Útbúgvingarstøð, sum taka ímóti útskrivaðu síðuni við telduposti

Universitet

Københavns Universitet: optagelse(at)ku.dk

Aarhus Universitet: ba.admission(at)au.dk

Aalborg Universitet: bacheloroptag(at)aau.dk

Copenhagen Business School: bacheloradmission(at)cbs.dk

Syddansk universitet: optag(at)sdu.dk

Danmarks Tekniske Universitet, DTU: optagelse(at)adm.dtu.dk

IT-Universitetet: sap(at)itu.dk

Roskilde Universitet: matriklen(at)ruc.dk 

Professiónsháskúlar

Professionshøjskolen Metropol: optagelse(at)phmetropol.dk

Professionshøjskolen UCC: optagelse(at)ucc.dk

University College Sjælland: optagelse(at)ucsj.dk

VIA University College: apply(at)via.dk

University College Lillebælt: optagelseshotline(at)ucl.dk

University College Syd: ucsyd(at)ucsyd.dk

University College Nordjylland:

Erhvervsakademi

Copenhagen Business Academy: optag(at)cphbusiness.dk

Københavns Erhvervsakademi: applicant(at)kea.dk

Erhvervsakademiet Lillebælt: application(at)eal.dk

Erhvervsakademi MidtVest: studieadm(at)eamv.dk

Erhvervsakademi Sjælland: apply(at)zibat.dk

Erhvervsakademi Dania: international(at)eadania.dk

Erhvervsakademi Kolding, IBA: apply(at)iba.dk

Erhvervsakademi SydVest: optage(at)easv.dk

Erhvervsakademi Aarhus: Skal leggjast inn á heimasíðuna

Aðrir útbúgvingarstovnar

Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering: studenterservice(at)kadk.dk

Designskolen Kolding: optagelse(at)dskd.dk


Kelda 

Underskriftside á UG.dk