Endurpróvtøka
Stendur tú ikki próvtøkuna, hevur tú rætt at sleppa upp til endurpróvtøku.
Á summum deildum liggja endurpróvtøkurnar ávísar vikur í árinum.
Tú kanst í mesta lagi fara tríggjar ferðir til somu próvtøku. Leiðslan kann tó eftir skrivligari umsókn loyva tær at fara til próvtøku í sama faki fjórðu ferð, um serligar umstøður tala fyri tí.
Umsókn um undantaksloyvi, saman við grundgeving og møguligum skjalprógvið skal sendast til Lestrarskrivstovuna í seinasta lagi tvær vikur eftir, at tú hevur fingið boð um, at tú ert fallin triðju ferð.
Er ongin umsókn móttikin 2 vikur eftir, at 3. próvtøkuhøvi er nýtt, so fær tann lesandi boð um, at viðkomandi verður útskrivaður av útbúgvingini. Tann lesandi kann søkja um endurinnskriving sambært ásetingini um endurinnskriving í upptøkukunngerðini.