Skriva út

Próvtøkufyrireiking

Vanligt er at hava hug til okkurt heilt annað, tá tú skalt lesa til próvtøku. Jólini nærkast í hvørjum, ella summarið byrjar at gera seg galdandi. Tað kennist ómenniskjaligt at skula sita inni og lesa og terpa.

Soleiðis er tó ikki neyðugt at hava tað, um ein fyrireikar seg væl frá byrjanini.

Próvtøkufyrireikingin byrjar í roynd og veru tann dagin, tá lesturin byrjar. Vilt tú hava eitt gott úrslit, mást tú kýta teg frá fyrsta degi. Munadyggir arbeiðs- og lesivanar, so sum virkin luttøka í undirvísingini og viðkomandi notat frá ymsu lærugreinunum heilt frá byrjan, er besta próvtøkufyrireikingin.

Sjálv próvtøkutíðin er tíðin, har tú fært yvirlit yvir tína vitan, fært fylt møgulig hol – fært gleðina av at hava endað eina hálvu. MEN fyri tey flestu er tað ein tíð við sera umfatandi innlæring, har tú skalt ogna tær vitan, sum tú ikki náddi í lestrarhálvuni.

At duga væl at vera til próvtøku er í ávísan mun ein spurningur um venjing og teknikk. Tað minnir eitt sindur um lestraraga, men munurin er, at trýstið kennist størri orsakað av tíðarneyð og psykiskum fjáltri.