Skriva út

Tú hevur møguleika at kæra eina próvtøku, um tú metir, at

  • próvtøkugrundarlagið, tað vil siga próvtøkuspurningurin, -uppgávan ella líknandi í mun til pensum
  • prótøkutilgongdin
  • próvdømingin

ikki er farin rætt fram. Ásetingar um kærur um próvtøkur eru at finna í kapittul 6 a í Seturslógini.

Kæra um próvtøku skal sendast Lestrarskrivstovuni á LSS@setur.fo, og stílast til dekanin á deildini, sum útbúgvingin hjá tí lesandi er staðsett.

Kærufreistin er 2 vikur eftir, at tú hevur fingið avgerðina frá próvtøkuni at vita. Tað er dekanurin á avarðandi deild, sum viðgerð kæruna. Dekanurin leggur kæruna fyri undirvísaran/vegleiðaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli. Tú kanst gera viðmerkingar til tilmælið, áðrenn dekanurin ger ein úrskurð. Úrskurðurin hjá dekaninum kann vera:

  • at umdøming skal vera
  • at tann lesandi fær bjóðað endupróvtøku
  • at kæran verður víst aftur

Um kæran verður víst aftur, so kanst tú kæra víðari til rektaran. Kærufreistin er 2 vikur eftir, at dekanurin hevur víst kæruni aftur. Rektarin setir eina kærunevnd at viðgera kæruna. Í kærunevndini eru tveir uttanhýsis próvdómarar. Avgerðin hjá kærunevndini kann vera:

  • góðkenna próvtalið, hækkað ella lækkað próvtalið ella broyta "ikki staðið" til "staðið" ella øvugt
  • próvtøkan skal próvdømast av nýggjum próvdómarum
  • endurpróvtøka við nýggjum próvdómarum
  • at vísa kæruni aftur

Avgerðin hjá kærunevndini er endalig.

Tú kanst halda fram á útbúgvingini, meðan kæruviðgerðin fer fram.