Skriva út

Vísindaligt óreglusemi (plagiarisma)

Sum lesandi skalt tú fylgja reglunum um vísindaligt rættlæti - tvs. ikki fremja vísindaligt óreglusemi (plagiarismu).

Tað er óreiðiligt at lata vera við at uppgeva/dylja á slíkan hátt, at villleiðing stendst av viðvíkjandi avriki tínum.

Til dømis metist tað sum dyljing ikki at geva upp allar heimildir til ritgerð.

Avskrift og eftirgerð av tekstum hjá øðrum er falsan, um ikki greitt verður tilskilað, hvat er sitat, hvat er endursøgn av teksti hjá øðrum, og hvaðani hugmyndir, sum ikki eru almennar og ikki eru tínar, eru fingnar.

Verður stuldur og svik avdúkað í skrivligum uppgávum, bæði próvtøkuuppgávum og øðrum innlatingum, verður hetta revsað, og í ringasta føri kanst tú verða burturvíst/ur av Fróðskaparsetrinum.

Dømi, sum heilt greitt eru svik, er at lata uppgávu inn, sum tú ikki sjálv/ur hevur skrivað ella at lata somu uppgávu inn til fleiri próvtøkur.