Front.jpg
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Martin Zachariasen, rektari. Partarnir hava svarað uttanhýsis serfrøðinganevndini um tilmælini frá eftirmetingini, og tey verða nú framd í verki av bæði aðalráði og Setri (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
09.03.2023
Setrið
Skriva út

Aðalráðið og Setrið svara uttanhýsis serfrøðinganevndini

- Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru takksom fyri, at metingarnevndin er komin við ítøkiligum stigum í tilmælum sínum, sum beinleiðis kunnu íverksetast, skriva partarnir m.a. í felags svarskrivi til uttanhýsis serfrøðingabólkin, sum hevur eftirmett Setrið

Í sambandi við eftirmetingina av Fróðskaparsetri Føroya hava Barna- og útbúgvingar-málaráðið og Fróðskaparsetur Føroya nú sent serfrøðingunum eitt felags svarskriv, ið viðgerð tær niðurstøður og tey tilmæli, sum serfrøðingarnir eru komnir fram til í eftirmetingini.

Felags svarskrivið kann lesast á føroyskum her og á enskum her. Vit endurgeva eisini føroyska skrivið niðanfyri.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetrið eru samd við metingarnevndina um, at ”Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area (EHEA)”.

Báðir partar skilja eisini ”týdningin av at vísa í verki framhaldandi og hóskandi skilnað millum aðalráðið og Setrið samsvarandi andanum í Magna Charta Universitatum”, og somuleiðis, at “fleiri stig skulu takast, tá tað ræður um góðskutrygging og góðskumenning”.

Í svarinum stendur haraftrat, at Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru takksom fyri, at metingarnevndin er komin við ítøkiligum stigum, ið beinleiðis kunnu íverksetast, sum partur av tilmælum sínum.

Í skrivinum ber til at lesa um nøkur av teimum átøkum, sum eru farin í gongd, og sum nú verða raðfestar at verksetast komandi árini bæði innanhýsis á Setrinum og meira yvirskipað, tá tað snýr seg um altjóðagerð á hægri útbúgvingarøkinum.

**

Uttanhýsis meting av Fróðskaparsetri Føroya september 2021 – oktober 2022:

Felags svarskriv frá aðalráðnum og Fróðskaparsetrinum til altjóða metingarnevndina

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya takka metingarnevndini fyri væl úr hondum greidda og nærlagda uttanhýsis meting. Í hesum svarinum gera vit stuttar viðmerkingar um tilgongdina, høvuðsniðurstøðurnar og ítøkiligu tilmælini.

Tilgongdin til uttanhýsis metingina

Metingin tók meira enn eitt ár, fyrst og fremst vegna koronufarsóttina. Hetta var ein avbjóðing fyri allar partar, men hevur mest sannlíkt havt við sær eina meira nágreiniliga tilgongd. Á Setrinum eru vit takksom fyri tann arbeiðssetningin, ið var grundarlag undir sjálvsgreiningini, sum varð latin metingarnevndini í august 2022. Innanhýsis tilgongdin til at framleiða sjálvsgreiningina fevndi um øll starvsfólk og lesandi, og hon er – sum metingarnevndin eisini nevnir – helst mest týðandi úrslitið av arbeiðinum við uttanhýsis metingini. Tilgongdin gav øllum áhugapørtum hjá Fróðskaparsetrinum høvi at kjakast um samleikan og søguliga røturnar hjá Setrinum, núverandi støðuna og – sum er mest umráðandi – framtíðarætlanirnar hjá universitetinum. Vit takka somuleiðis metingarnevndini fyri margtáttað og fruktagott orðaskifti á vitjan síni á Setrinum í september 2022.

Høvuðsniðurstøður

Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru samd við metingarnevndina um, at ”Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area (EHEA)”. Báðir partar skilja eisini ”týdningin av at vísa í verki framhaldandi og hóskandi skilnað millum aðalráðið og Setrið samsvarandi andanum í Magna Charta Universitatum”, og vit eru samd um, at “fleiri stig skulu takast, tá tað ræður um góðskutrygging og góðskumenning”. Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru takksom fyri, at metingarnevndin er komin við ítøkiligum stigum, ið beinleiðis kunnu íverksetast, sum partur av tilmælum sínum.

Tilmæli

Í hesum partinum gera vit viðmerkingar til tey 20 tilmælini frá metingarnevndini (kallað 1a-1e, 2a-2h og 3a-3g). Fyri greidleika verður teksturin til bæði tilmæli (í skákskrift) og okkara svar tikin við niðanfyri.

Tilmæli um góðskutrygging av útbúgvingum og leiðin fram móti fullum føroyskum limaskapi í European Higher Education Area (EHEA) og Bologna-tilgongdini:

(1a) Fróðskaparsetrið og aðalráðið eiga beinanvegin at streingja meira á fyri at styrkja sínámillum viðurskiftini við einum áhaldandi átaki, sum er gjørt til at fáa hugburð og málnýtslu til at samsvara við EHEA/European Standards and Guidelines (ESG), og fáa tað at røkka út til allar áhugapartar og føroyska almenningin gjøgnum fjølmiðlarnar. Øll, sum eru partur av hesum, eiga at skilja, hvussu umráðandi hetta er, og hvussu hetta kann fáast í rættlag.

Svar: Vit taka undir við, at tørvur er á størri almennari fatan og viðurkenning av, hvussu týdningarmikil føroysk luttøka í EHEA er. Sum tað fyrsta fara aðalráðið og Fróðskaparsetrið at styrkja sínámillum samskiftið við at stovna ein felags Bolognabólk á høgum stigi, sum fær ábyrgdina av (i) at taka avgerðir í neyðugum politiskum málum nú og í longdini og (ii) at gera eina ætlan og tíðarkarm fyri arbeiðið við framsøknum varðum á vegnum, við neyðugari arbeiðsmegi og játtan, og við greiðum arbeiðsbýti millum aðalráðið og Setrið. Eitt av politisku málunum fyri 2023 verður at stimbra almenna orðaskiftið um føroyska luttøku í EHEA. Hetta verður gjørt við branding og eini almennari verkstovu um evnið.

(1b) Aðalráðið eigur at taka um endan og beinanvegin gera ein hóskandi nationalan førleikakarm (National Qualifications Framework), sum er avgerandi fyri bæði at gerast partur av EHEA og fyri at stuðla upp undir smidliga og lívlanga læring í nútíðarsamfelagnum. Vit ráða øllum pørtum til at skunda undir hetta arbeiðið og kanska fáa íblástur frá førleikakørmum og serkunnleika, sum longu eru til taks í øðrum londum í Europa.

Svar: Arbeiðið við einum nationalum førleikakarmi (NQF) hevur verið á veg í eina tíð. Aðalráðið hevur ætlan um at hava førleikakarmin kláran í summar (2023) og at fáa hann í lóg í heyst (2023), og síðani at seta hann í verk 1. januar 2024.

(1c) Í tøttum samskifti við aðalráðið eigur Setrið at lýsa eina tilgongd um sniðgeving og góðkenning av nýggjum útbúgvingum (Programme Validation). Hon skal vera fult skjalprógvað og í samsvari við samtyktar frymlar, og mannagongdir skulu mennast (ESG 1.2). Eitt rímiligt krav kundi verið eitt felags góðkenningarskjal til útbúgvingar, sum lýsir samfelagstørv, akademiskar grundgevingar, námsfrøðiligt endamál umframt eina lýsing av, hvat krevst fyri at veita eina og hvørja nýggja útbúgving. Eisini eigur skjalið greitt at tilskila ætlaðu læruúrtøkunar fyri lesandi, og hvørjar møguleikar lesandi kunnu vænta at hava, tá tey hava staðið prógv, íroknað leiðir uttanlands. Setrið og aðalráðið eiga at umrøða eyka fígging til at stuðla útbúgvingargóðkenningini.

Svar: Vit taka undir við, at bráfeingis tørvur er á eini skipan til útbúgvingargóðkenningar, sum er samsvarandi ESG 1.2. Stór tøk skulu takast fyri at sniðgeva og lýsa eina hóskandi mannagongd til útbúgvingargóðkenningar, og tey skulu takast av bæði aðalráði og Setrinum. Av tí at avmarkað er við arbeiðsmegi og viðkomandi førleikum á hesum økinum í Føroyum, kann verða tørvur á at fáa altjóða serfrøðingar uppí, og hetta kann gera arbeiðið eitt sindur drúgvari. Tó er tað okkara mál, at ein nýggj skipan til útbúgvingargóðkenningar er liðug tíðliga í 2024, so at uppskot um nýggjar hægri útbúgvingar á Setrinum kunnu setast í gildi samsvarandi henni á vári 2024.

(1d) Innanhýsis á Setrinum eigur somuleiðis ein skipan við regluligum eftirmetingum (Periodic Review) av núverandi útbúgvingum at verða ment (ESG 1.9). Tað er rímiligt at vænta, at øll útbúgvingartoymi støðugt endurskoða sína yvirskipaðu “vøru”. Á einstøku skeiðunum tillaga undirvísarar sohvørt læruúrtøkuna, grundað á afturboðan frá lesandi, dagsins akademisku menning á serstaka økinum, námsfrøðiligu menningina og orkuna, sum er til taks (ESG 1.3). Spurningurin um eyka fígging til at stuðla regluligu eftirmetingunum eigur at verða umrøddur millum Setrið og aðalráðið.

Svar: Á Setrinum er arbeiðið í gongd við at gera mannagongdir til bæði eitt árligt eftirlit (Yearly Monitoring) og til regluligar eftirmetingar (Periodic Review) av øllum núverandi útbúgvingum. Ein fyrsta útgáva av eini skipan við lyklatølum (Key Performance Indicators/KPIs) fyri útbúgvingar er ment. Á vári 2023 verður ein roynd gjørd við árligum eftirliti av fimm útbúgvingum, sum umboða allar deildirnar á Setrinum, og starvsfólk, sum vara av hesum fimm útbúgvingum, verða partur av royndarverkætlanini. Viðvíkjandi regluligum uttanhýsis eftirmetingum ætlar Setrið at gera eina mannagongd á vári 2023. Læraraútbúgvingin verður partur av royndarverkætlan við regluligari uttanhýsis eftirmeting á heysti 2023. Frá heysti 2024 fara fleiri útbúgvingar ígjøgnum regluligu uttanhýsis eftirmetingina á hvørjum ári, soleiðis at hvør einstøk útbúgving verður regluliga eftirmett fjóðra- til sættahvørt ár.

(1e) Setrið eigur at fáa gjørt eitt víðfevnt skjal, sum vit kunnu kalla ein reglukarm fyri útbúgvingar (Regulatory Framework) (ESG 1.1 & 1.8). Okkum hevði dámt eitt einstakt skjal, sum sameinar øll sløg av reglum á einum og sama staði, har starvsfólk og lesandi hava atgongd til tað, skilja tað og brúka tað.

Svar: Setrið tekur undir við hesum og heldur, at hetta er eitt óført uppskot. Tá meginparturin av nýggju politikkunum og mannagongdunum er gjørdur og eftirmettur tíðliga í 2024, gera vit tilfarið brúkaravinarliga atkomiligt á bæði føroyskum og enskum á heimasíðuni hjá Setrinum sum part av heildarlýsing av skipanini fyri góðskutrygd og góðskumenning á Fróðskaparsetrinum.

Tilmæli um góðskumenning av útbúgvingum:

(2a) Allir áhugapartar eiga at skunda undir ætlanina at fáa eitt savnað universitetskampus í Havn, sum skal sniðgevast, so at fólk trívast við at læra og búleikast har. Sniðgevingin eigur at taka útgangsstøði í tørvunum hjá lesandi (student experience), atkomiligheit og akademiskari dygdargóðsku (academic excellence) og við tí í hyggju, at kampus skal draga bæði føroysk og altjóða lesandi at sær.

Svar: Kampusætlanin stendur sera ovarlaga á politisku dagsskránni. Ein arkitektakapping er í løtuni um ein nýggjan felagsbygning til Setrið, og vinnarin verður kunngjørdur áðrenn summarið 2023. Meira verður gjørt í 2023 og tey komandi árini fyri at tryggja fígging til nýggja felagsbygningin og til langtíðar kampusætlanina frá 2018.

(2b) Setrið eigur at leggja eina menningarætlan fyri læru og undirvísing og eina menningarætlan fyri gransking og framtak, sum eru í samljóði við missión, strategi og virði Setursins (ESG 1.3). Vit mæla til, at leiðslan gongur undan við hesum ætlanum, men at tær samstundis verða mentar gjøgnum stýringsskipanirnar á Setrinum fyri at fáa felags ognarskap og fremja nýtsluna av teimum.

Svar: Setrið ætlar at menna hesar ætlanirnar sum part av langtíðar góðskumenningararbeiðinum. Báðar ætlanirnar hava stóran týdning fyri regluligu eftirmetingarnar av útbúgvingunum (sí tilmæli 1d). Tíðarætlanin fyri at gera hesar ætlanir fer at verða lýst í langtíðarætlanini fyri gongdini fram móti EHEA (sí svar til tilmæli 1a).

(2c) Vit skjóta upp, at tit umhugsa nøkur fleiri tilboð fyri at tryggja føroysku sereyðkennini og eyðsæddu íkastini til føroyska samfelagið, eisini í ásannan av tí málsligu vistfrøðini, sum er á Setrinum. Felags partar av lestrarskeiðum fyri lesandi tvørtur um deildirnar kunnu hjálpa til at tryggja hesi sereyðkenni, serliga, men ikki bara, tá tað ræður um føroyskt mál og mentan. Vit halda, at slíkur leistur til frama fyri sereyðkennini verður væl móttikin innan fyri EHEA-karmin. Eisini eigur Setrið at taka avgerð um, nær, hvar og hví undirvísing verður givin á enskum máli.

Svar: Setrið tekur undir við, at fleiri tilboð um felags skeið eiga at vera tøk fyri øll lesandi á Setrinum. Til dømis kunnu hesi vera skeið í føroyskum máli og mentan, vísindaástøði, akademiskari skriving, KT og hagfrøði. Eisini hevur Setrið ætlanir um at hava fleiri tilboð um skeið á enskum, bæði fyri at stuðla upp undir altjóðagerðina av føroyskum lesandi og fyri at hava tilboð til útlendsk lesandi, sum koma higar. Setrið ætlar at seta ein arbeiðsbólk við uppgávuni at koma við uppskotum um átøk, sum økja um flytførið hjá lesandi og stimbra samstarv tvørtur um útbúgvingar og deildir á Setrinum. Eisini fyrireikar aðalráðið føroyska luttøku sum triðjaland í Erasmus+, sum so aftur fer at økja tørvin á skeiðstilboðum á enskum máli.

(2d) Setrið eigur at gera eina inklusiónsætlan (Inclusivity Plan), sum fevnir um javnstøðu millum kynini. Ætlanin eigur at fevna um bæði starvsfólk og lesandi. Vit halda, at hendan ætlanin verður týðandi fortreyt á leiðini hjá Setrinum fram móti EHEA-málinum, men eisini, at hendan ætlanin fer at vísa samfelagnum sum heild, at Setrið átekur sær leiðsluleiklut til frama fyri sosiala broyting í Føroyum.

Svar: Uppskot um javnstøðuætlan er gjørt, og Setrið hevur stovnað eina javnstøðunevnd við umboðum frá Setursskrivstovuni, øllum fimm deildunum og teimum lesandi. Nevndin fór undir sítt arbeiðið tíðliga í februar, og í fyrstu syftu verður dentur lagdur á kynsjavnstøðu.

(2e) Setrið eigur at stuðla meira upp undir flytføri hjá lesandi, bæði inn- og úteftir, umframt at hava “altjóða tilboð”. Tað vildi verið ein munandi fyrimunur fyri Setrið at havt eitt starvsfólk til hetta, sum var meira sjónligt, og/ella havt hendan ítøkiliga leiklutin á Setrinum, hagar øll lesandi kundu vent sær fyri at fáa stimbrandi stuðul. Aftrat hesum eiga hóskandi og atkomiligir lestrarbústaðir at verða fingnir til vega av viðkomandi pørtum, og hetta er eisini galdandi fyri lestrarbýli til føroysk lesandi.

Svar: Aðalráðið og Setrið eru á einum máli um at stimbra størri flytføri hjá lesandi bæði út- og inneftir. Men hetta krevur fyrisitingarligar fyriskipanir og arbeiðsmegi, sum hvørki eru í aðalráðnum ella á Setrinum í dag. Tíðarætlanin fyri at menna hetta økið fer at verða lýst í langtíðarætlanini fyri gongdini fram móti EHEA (sí svar til tilmæli 1a). Fyrireikandi arbeiðið hjá aðalráðnum at gerast undirskrivari av The Lisbon Recognition Convention og fyrireikingarnar til at gerast limur í Erasmus+ fara at seta flytførið hjá lesandi meira í brennidepilin. Aftrat Setrinum, fer hetta kanska eisini at ávirka Vegleiðarastovuna.

(2f) Ein ætlan fyri lívlanga læring eigur at verða ment av Setrinum og stuðlað av aðalráðnum. Klárar og lætt atkomiligar og smidligar lestrarleiðir eiga at mennast.

Svar: Havandi í huga demografisku samansetingina av okkara lesandi, sum vit hava lýst í sjálvsgreiningini, so vil Setrið menna og fremja leiðir til lívslanga læring og stuðla upp undir lívslanga læring. Fyrst vilja vit kanna møguleikan fyri at bjóða fleiri útbúgvingar parttíð, eins og Setrið vil halda fram við at menna fjar- og asynkrona undirvísing.

(2g) Setrið eigur at gera enn meira fyri at fáa sett ein ph.d.-skúla á stovn. Hetta fer at stimbra enn meira undir greiða stavnhaldið, sum longu er, um eitt “savnað” Fróðskaparsetur Føroya, sum ikki er avmarkað av deildarmørkum.

Svar: Farið er undir arbeiðið at gera eitt regluverk til ein ph.d.-skúla á Setrinum. Fróðskaparsetrið roknar við at hava eitt uppskot klárt á miðjum 2023.

(2h) Meira eigur at verða gjørt fyri at eggja til og rudda slóð fyri samstarvi millum lesandi og starvsfólk tvørtur um deildir, og stig eiga at takast fyri at fáa ein felags seturskalendara. Eisini eigur Setrið at menna og verkseta eitt gjøgnumskygt modell fyri arbeiðsbyrðubýti (workload allocation model) fyri starvsfólk, sum undirvísa og granska á stovninum. Somuleiðis eigur Setrið framhaldandi at styrkja um tað almennu kunningina, sum veitir samfelagnum gjøgnumskygni um avgerðir og avrik hjá Setrinum.

Svar: Hetta eru alt frálík uppskot, sum Setrið hevur ætlanir um at seta í verk hesi næstu árini.

Nágreinilig tilmæli um góðskutrygging og góðskumenning á Námsvísindadeildini:

(3a) Stóru útbúgvingarnar á deildini eru grundleggjandi góðar, og verkligi parturin er í høvuðsheitum í samsvari við tilsvarandi útbúgvingar í Norðurlondum og aðrastaðni við. Vit mæla til, at besti mátin at stuðla framhaldandi menning av útbúgvingunum er, at tær verða tær fyrstu, sum verða vigaðar í nýggju skipanini við regluligum eftirmetingum, sum vit omanfyri hava mælt til at seta í verk. Hendan eftirmetingin eigur at fara í dýpdina í sýninum av lestrarætlanunum.

Svar: Báðar høvuðsútbúgvingarnar verða í løtuni eftirmettar í tøttum samskifti við samstarvsráðini og Góðskueindina. Fyri at fáa góða byrjan upp á arbeiðið, hava starvsfólkini, sum vara av útbúgvingunum, brúkt eina arbeiðsviku til at fara í djúpdina á teimum. Á læraraútbúgvingini hevur dentur verið lagdur á pensum, eftirmetingar av skeiðum, starvsvenjing og granskingargrundað frálærutilfar. Á námsfrøðiútbúgvingini hevur dentur verið lagdur á skiftandi samfelagsliga tørvin, eyka upptøku av lesandi og politisku áheitanirnar um at fáa stovnað nýggjar leiðir á útbúgvingini. Hetta arbeiðið heldur fram tað, ið eftir er av 2023, og møguligar broytingar koma í gildi fyri lestrarárið 2024/25. Harafturat skal læraraútbúgvingin gjøgnum uttanhýsis eftirmeting sum royndarverkætlan á heysti 2023 (sí svar til tilmæli 1d).

(3b) Námsvísindadeildin eigur at fáa stuðul frá øllum áhugapørtum til at gerast fremsti veitari av áhaldandi professionellari menning av øllum núverandi lærarum og námsfrøðingum í Føroyum, møguliga, men ikki einans, við at veita útbúgving á masterstigi. Tey nýliga stovnaðu samstarvsráðini fyri ávikavist lærara- og námsfrøðingaútbúgvingina fara væntandi at hava stóran leiklut í hesum týdningarmikla átakinum.

Svar: Fundir við áhugapartar, íroknað aðalráðið, verða í løtuni hildnir fyri at kortleggja tørvirnar hjá lærarunum og námsfrøðingunum. Skipanin við áhaldandi fakligari menning er rættiliga fløkt og er ólík tvørtur um stovnar, tí møguleikar eru treytaðir av, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina. Vit samskifta við aðalráðið fyri at gera eina skrá við skeiðum, sum telja 5-10 ECTS-stig, og sum kunnu gerast partur av ávísum útbúgvingum.

(3c) Havandi í huga tann stóra tørvin, sum er í Føroyum nú, eiga áhugapartarnir at endurskoða almenna fíggjarliga stuðulin til lesandi og tann útbúgvingarbygnaðin, sum er galdandi. Hetta fyri at geva fleiri atgongd til at lesa serliga námsfrøði, men eisini lesa til fólkaskúlalærara, við at nema sær útbúgvingina parttíð og á meira liðiligan hátt.

Svar: Vit taka undir við, at tørvur er á at finna loysnir, sum hóska seg til parttíðar og meira liðiligan lestur. Námsvísindadeildin hevur útvegað sær eina hybrida KT-skipan til fjarundirvísing, sum fer at veita lesandi uttan fyri miðstaðarøkið møguleika fyri at taka lut í undirvísingarvirksemi, og vit hava ætlan um at fara undir at brúka skipanina til áhaldandi fakliga menning. Vit eru varug við, at okkum tørvar meira royndir við netbornari (online) undirvísing, áðrenn hetta kann brúkast sum ein meginloysn.

(3d) Her og nú eigur orka framhaldandi at verða løgd í, at rættar skeiðslýsingar altíð eru tøkar hjá teimum lesandi í góðari tíð.

Svar: Síðani á sumri 2022 hevur Setrið styrkt sín politikk um, at allar skeiðslýsingar eru tøkar í minsta lagi tríggjar mánaðir innan skeiðsbyrjan. Allar skeiðslýsingar eru tí tøkar hjá øllum lesandi í góðari tíð.

(3e) Veikleikar, sum eru staðfestir í reflekterandi greiningini um afturboðan til lesandi á deildini, eiga sum skjótast at verða fingnir á beint, og hetta eigur eisini at verða fingið í formligt rættlag í eftirmetingini av útbúgvingunum, sum vit mæla til omanfyri.

Svar: Sum úrslit av svarunum hjá lesandi um manglandi afturboðan, hava vit í heyst 2022 gjørt broytingar í læraraútbúgvingini, og átakið hevur havt munandi bata við sær (frá 53% í 2021/22 til 79% á heysti 2022 til spurningin “Eg havi fingið afturboðan viðvíkjandi akademiskum avriki”). Hetta vísir, at útlitini eru góð við hesi mannagongdini, og tí fara vit eisini at gera líknandi mannagongd til námsfrøðiútbúgvingina næsta lestrarár.

(3f) Tað er gott, at granskingin á deildini framhaldandi verður styrkt. Tað hevur stóran týdning at finna fram til, hvussu til ber at menna og stuðla einum ættarliði av granskarum og granskingarhugsandi lærarum, sum fer at skapa vitan og í longdini at breiða hana út.

Svar: Ein ”bottom-up”-tilgongd hevur valdað viðvíkjandi gransking, sum ikki hevur verið nóg dygg til at fáa framt kravdu broytingarnar. Á Setursstigi er broyting í hugburðinum, tá tað ræður um at seta námslektarar í føst størv. Námsvísindadeildin hevur sett í verk nýggja politikkin, og nú verða fólk eggjað til at søkja størv sum adjunktur, har partur av uppgávuni er at gjøgnumføra eina ph.d.-verkætlan. Vit samskifta eisini við aðalráðið um møguleikan at fáa fígging til ph.d.-verkætlanir, sum kundu verið meira ”top-down”-stýrdar.

(3g) Framúrskarandi skeiðið í setursnámsfrøði eigur at vera grundarlag fyri einum víðkaðum tilboði fyri undirvísarar, har byrjað kann vera við skeiði í netbornari (online) námsfrøði og undirvísing, og sum so seinni møguliga kann mennast til eitt prógv á masterstigi. Setrið og aðalráðið eiga at samstarva um at tryggja neyðugu fíggingina til tað.

Svar: Vit taka undir við, at neyðugt er at bøta um førleikarnar í netbornari (online) námsfrøði og undirvísing. Somuleiðis eru vit varug við, at Setrið helst ikki hevur samanberiligar royndir við onnur universitet at veita fjar- og netborna undirvísing. Vit hava samstarv við University of Highlands and Islands og við Háskóla Islands, sum bæði hava víðfevndar royndir við fjar- og hybridundirvísing. Tørvur er á, at okkara undirvísarar verða førleikamentir til hetta heilt øðrvísi arbeiðslagið, sum skal til, tá floksstovan skal flytast á netið, og tí er okkara ætlan, at nakrir undirvísarar fara á skeið á hesum universitetum, og í samstarvi við tey fara vit at menna eitt føroyskt skeið.