University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
LOGO EHEA
02.11.2023
Setrið

Almenn ráðstevna: Føroyar í Europa

Nú Føroyar skulu hava fullan limaskap í EHEA, og hægri útbúgvingar her tí skulu skipast eftir altjóða leisti, verður boðið til ráðstevnu á Setrinum undir heitinum "Føroyar í Europa"

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri almennari ráðstevnu í Kongshøll fríggjadagin 10. november frá klokkan 13:00 til 16:00 um komandi limaskapin hjá Føroyum í europeiska økinum fyri hægri útbúgving (EHEA).

Endamálið við ráðstevnuni er at seta ítøkilig orð á tað góðskuarbeiðið, sum skal rótfestast, so álitið á føroyskar útbúgvingar innan- og uttanlands altíð hevur gott og gjøgnumskygt grundarlag.

Vit viðgera, hvussu góðskusamstarvið í Europa er við til at tryggja okkum altjóða góðskustig á hægri útbúgvingum, samstundis sum atlit verða tikin at okkara lokalu frábrigdum.

Á skránni verða føroyskar og útlendskar framløgur, har vit m.a. fara at hoyra um, hvussu aðrar smátjóðir í Europa hava gjørt, og hvat gagn tær hava fingið av sínum limaskapi í europeiska samstarvinum fyri hægri útbúgvingar. Eisini fara vit at hoyra um leiklutin hjá teimum føroysku lesandi, um politisku raðfestingarnar, og hvussu langt útbúgvingarmyndugleikin og Fróðskaparsetur Føroya eru komin í tilgongdini fram móti fullum limaskapi í EHEA.

Ráðstevnan er fyri øll, sum arbeiða við og hava áhuga fyri at fáa viðurskiftini á útbúgvingarøkinum í Føroyum skipað, so tey eru fult í tráð við altjóða krøv.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

SKRÁ

13.00: Vælkomin

13:05: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður setir ráðstevnuna

13:10: Martin Tvede Zachariasen, rektari: Fróðskaparsetur Føroya sum altjóða universitet

13:35: Jordi Lombart, Bologna Follow-up Group, útbúgvingarmálaráðið í Andorra: Limatreytir og ágóði hjá smátjóðum í EHEA/Bologna-samstarvinum

14:05: Terji Beder, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum: Hvat restar í hjá Føroyum fyri at fáa fullan limaskap í EHEA?  

14:35: Kaffisteðgur

14:55: Magnus Kárason Durhuus, forseti í Meginfelag Føroyskra Studenta: Lesandi sum undangongufólk og rødd teirra í Europa

15:15: Ólöf G. Sigfúsdóttir, leiðari í Góðskuráðnum fyri hægri útbúgvingar í Íslandi: Soleiðis góðskutryggja íslendingar sínar hægri útbúgvingar samsvarandi Bologna/EHEA.

15:45: Samanumtøka.

16:00: Prát og okkurt til góman.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Eftirútbúgving fyri lærarar – tú velur, hvussu langt tú vilt fara

  2. Herálvur Joensen Heldur Røðu Fyri Árna Olafsson 02042025 Tá Bókin Heimsins Nalvi Kom Út

    Aðalstjórin helt takkarrøðu fyri gamla føroyska diplomatinum

  3. Søgufrøðingurin Og Fyrrverandi Íslendski Forsetin Guðni Thorlacius Jóhannesson

    Hvat virði hevur eitt universitet í lítla samfelagnum?