
Sigrun Gunnarsdóttir: In Granddads Boat
Bókaútgáva: Sea of Change
Forlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið Sea of Change – A Faroese ethnography written from within, sum Annika Isfeldt og Firouz Gaini hava ritstjórnað.
Bókin viðgerð samfelagsligar og mentanarligar broytingar í føroyska nútíðarsamfelagnum úr kritiskum antropologiskum sjónarmiðum.
Í bókini, sum inniheldur fimm kapitlar, ber til at lesa um umhvørvisviðurskifti og tilfeingi, um samferðslu og flytføri, um ferðavinnumenning og tjóðsamleika og um familjulív og nýggjar pápaleiklutir. Harafturat er ein kapittul, sum hugleiðir um eksotiskar og vísindaligar myndir av oyggjasamfeløgum.
Bókin er á enskum við einum stuttum føroyskum samandrátti.
Annika Isfeldt, Ragnheiður Bogadóttir og Firouz Gaini hava skrivað kapitlarnar.
Kápumyndin er verk hjá Sigrun Gunnarsdóttir.
Bókin er 169 síður og kostar 220 kr. í bókabúðunum.