
Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum
Kongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri øllum áhugaðum frá klokkan 11:00 - 14:30, har MFS er vertur fyri ráðstevnu um heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum
Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er vertur fyri NOM-ráðstevnu í Kongshøll á Vestaru Bryggju undir yvirskriftini “Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum”.
NOM er samstarv millum 11 lestrarfeløg úr Norður- og Baltalondum.
Evnið í ár er sera aktuelt fyri Føroyar og snýr seg um útbúgvin fólk í smásamfeløgum, sum leita sær møguleikar aðrastaðni enn heima.
Hvønn leiklut hava smá universitet í hesum problematikkinum, og hvat er at gera fyri at bøta um trupulleikarnar?
MFS boðar frá, at tiltakið er alment og ókeypis, og at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Kongshøll.
Skráin
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...
- 28.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurNýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikkMikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føro...