Chatgpt Image 3. Apr. 2025, 15.03.16
Eigur tað at vera eitt mál í sjálvum sær til dømis at hava javnt tal av kvinnum og monnum í sjóverjuni? (Foto: ChatGpt)
04.04.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinum

Kyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshøll týsdagin 8. apríl, tá Helene Pristed Nielsen, granskari og ráðgevari, fer at bjóða okkara stereotypum í arbeiðslívinum av

Er frí og jøvn atgongd til øll størv fyri øll fólk?

Er tað til dømis truplari hjá einum manni at velja at gerast sjúkrarøktarfrøðingur, enn hjá einari kvinnu at fara í herin?

Hvussu ávirka okkara hugmyndir um “rættar menn” og “rættar kvinnur”, hvørjar útbúgvingar og starvsleiðir tykjast atkomuligar fyri kvinnur og menn?

Komið í Kongshøll á Vestaru Bryggju týsdagin 8. apríl klokkan 15:00 – 16:15, har Helene Pristed Nielsen, granskari og adjungeraður lektari á Setrinum, heldur fyrilestur um kyn og stereotypur í arbeiðslívinum.

Eisini fortelur hon um sínar egnu royndir sum ráðgevi viðvíkjandi fjølbroytni og javnstøðu í donsku sjóverjuni.

Endamálið við fyrilestrinum er at bjóða av, upplýsa og kveikja til umhugsan. Tí hvat er javnstøða í veruleikanum? Og eigur tað at vera eitt mál í sjálvum sær til dømis at hava javnt tal av kvinnum og monnum í sjóverjuni?

Øll eru hjartaliga vælkomin!

GG: Fyrilesturin verður á enskum.