Evnisdagur: Kommunur, smábygdir og fólkaræði
Týsdagin 31. oktober skipar Setrið, Útoyggjafelagið og Kommunufelagið fyri evnisdegi undir heitinum “Kommunur, smábygdir og fólkaræði”
Evnisdagurin, har kommunustýrislógin verður í miðdeplinum, verður á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn frá klokkan 11.30 til 15.30, og á skránni verða framløgur og kjak.
Endamálið við evnisdegnum er at seta orðaskifti á skránna um kommunustýrislógina. Hvussu virkar lógin í dag, og hvussu hevur hon riggað, nú hon hevur meira enn 20 ár á baki?
Hugskotið til evnisdagin er sprottið úr kjaki millum granskarar um, hvussu lógin hevur roynst við serligum atliti at smáplássunum kring landið. Hetta hevur ført til samstarvið millum Setrið, Útoyggjafelagið og Kommunufelagið.
Dagføringin av kommunustýrislógini í 2000 hevði fleiri stórar broytingar við sær. M.a. at bygdaráð í kommunum við færri enn 100 íbúgvum fóru úr fimm limum niður í tríggjar limir. Eisini vórðu nýggjar uppgávur og krøv løgd á kommunurnar. Í kjalarvørrinum á dagføringini av lógini fingu vit kommunusamanleggingar og harvið eisini tær staðbundnu nevndirnar, sum komu ístaðin fyri lokalu bygdaráðini í samanløgdum kommunum.
Kommunulóggávan hevur nú staðið sína roynd í meira enn 20 ár, og tí halda Setrið, Útoyggjafelagið og Kommunufelagið, at tað er hóskandi at gera støðuna upp og eftirmeta lógina.
Endamálið við evnisdegnum er at varpa ljós á og fáa kjak í lag um lógarkarmin um kommunurnar og tey fólkaræðiligu amboðini, sum eru nú, at stimbra fólkaræðið og framburð.
Á evnisdegnum verður spurt:
Tørvar okkum broytingar í fólkaræðiligu tilgongdini í kommununum, tá tað ræður um kommunulóggávuna?
Og skulu vit endurhugsa kommunubygnaðin við atliti at fólkaræðiligari ávirkan?
Dagurin byrjar við ábiti, og síðani setur Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, tiltakið. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at viðgera evnið "Kommunuskipanin og smáplássini". Síðani hevur Útoyggjafelagið framløgu um royndir á útoyggjunum. Bárður Larsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at hava framløgu um bygdir sum fólkaræðiligar stovnar, og til seinast lýsir Beinta í Jakupsstovu, professari, evnið "Kommunustøddir og fólkaræði". At enda verður kjak undir leiðslu av, Jón Briani Hvidtfeldt, sum eisini tekur samanum.
Evnisdagurin er almennur og ókeypis.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...