Fylgið við ph.d.-verjuni hjá Fridu Poulsen
Mánadagin 25. september klokkan 13:00 verjir Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Verjan verður eisini stroymd her
Ritgerðin kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".
Ritgerðin liggur alment frammi á Landsbókasavninum, og verjan verður almenn og á skandinaviskum máli.
Í metingarnevndini sita Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, og
Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.
Høvuðsvegleiðari hevur verið Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar.
Frida hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og verkætlanin er m.a. stuðla av Granskingarráðnum.
Sí eisini her.
Í føroyska samandráttinum skrivar Frida Poulsen soleiðis í ritgerð sínari:
Henda granskingarverkætlanin hevur sjóneykuna á menningina av inklusjón í føroyska fólkaskúlanum frá politiskari visjón til virkni. Verkætlanin hevur brúkt Støðuliga Analysu (Situational Analysis) sum ástøðiligan og háttalagsligan karm. Granskingin umfatar samrøður við 97 luttakarar í tí føroyska skúlaverkinum umframt annað tilfar. Verkætlanin hevur havt sum endamál at kanna, hvussu globala visjónin um inklusjón er flutt, umsett og sett í verk í Føroyum.
Granskingin hevur avdúkað fráveru av yvirskipaðum framtakssemi og leiðslu at birta upp undir og stimbra menning av inklusjón í tí føroyska skúlaverkinum. Hetta er lutvíst forklárað við støði í tí føroysku mentanini og tætta sambandinum millum mentan/virkni og tann politiska geiran í ógvuliga smáum samfeløgum sum tað føroyska.
Gransking setur spurnatekin við, hvar eggjanin/skumpini til menning av inklusjón skulu koma frá. Hóast Føroyar eru eitt ógvuliga lítið samfelag við søguligum tilknýti at Danmark, so eru Føroyar eisini partur av globala heiminum og er kveikt av altjóða politikki og gransking, sum ávirkar praksis. So hóast grundleggjandi fortreytir sum eitt ógvuliga lítið samfelag, so eru tað eisini tekin um, at Føroyar eru sambæriligar á fleiri økjum við altjóða umhvørvi. Granskingin hevur funnið fram, at menningin av inkluderandi skúlaskapi í Føroyum er, á sama hátt sum aðrastaðni, fangað í spenningum millum ymisk og mótstríðandi altjóða skúlapolitisk rák og serligum støðubundnum skúlapolitiskum viðurskiftum og siðbundnari mentan.
Henda gransking peikar á, at inkluderandi skúlaskapur má vera eitt evni fyri tann yvirskipaða skúlapolitikkin, sum má umfata alt skúlaverkið. Kanningin gevur innlit í næmingasjónarhornið, sum kann viðvirka til at menna inkluderandi skúlar. Um næmingar vera tiknir við uppá ráð og hoyrdir sum serfrøðingar í sínum skúlalívi, so kunnu vit skilja, hvat skal til fyri at menna eitt inkluderandi skúlaverk. Í okkara stremban eftir at effektivisera og menna góðskuna av skúla og skúlalívi kunnu sjónarmiðini hjá næmingunum í hesi gransking vera brúkt sum leiðvísi fyri menning av inklusjón í skúlaverkinum.
At skilja inklusjón sum støðuliga og sum ein spurning um hugbinding ella uppíblanding viðførir, at menningin av inkluderandi skúlaskapi ikki bert snýr seg um skipanir og arbeiðshættir, men um sosialar læritilgongdir, sum krevja hugbinding og uppíblanding úr ymiskum herðashornum. Í einum føroyskum samanhangi snýr tað seg serliga um uppíblanding og hugbinding frá tí politiska og leiðsluliga/fyrisitingarliga geiranum at seta í gongd, kveikja og leiða tilgondina at menna eina inkluderandi skúlaskipan. Hetta samstundis við, at sjónarmið og royndir frá ymiskum leikararum/aktørum á teimum ymisku samfelagsligu- og skúlapallunum vera tikin við uppá ráð í kjaki og samráðingum um, hvussu inkluderandi skúlaskapur kann mennast.
Verkætlanin hevur sjóneykuna á spenningar millum almennu námsfrøðina og sernámsfrøðina, ið er problematiserað gjøgnum ávikavíst eina kompensatoriska og eina inkluderandi tilgond. Tað empiriska tilfarið avdúkar, at tað føroyska skúlaverkið í høvuðuheitinum hevur eina kompensatoriska og smala tilgongd at umseta inklusiónsprinsippini til at virka í verki. Samstundis vísir kanningin, at leikararnir/aktørarnir ynskja eina inkluderandi tilgongd, men hon krevur avgerandi broytingar í lóggávu, og hvat viðvíkur politiskari og støðubundnari leiðslu í skipanum, í samstarvi og í fatanini av at vera starvsfólk og serfrøðingur í skúlaskipanini.
Henda kanningin peikar á, at menningin av inkluderandi skúlaskapi má vera ankrað í støðubundnum skúlapolitikki og mentan. Hetta kann krevja, at man samskipar eina kompensatoriska og inkluderandi tilgongd fyri at kunna arbeiða í tvístøðum millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði. Í Føroyum er tað eitt alsamt krav/ynski um serskiltar skúlaskipanir, t.e. serflokkar og serskúlar við einari kompenserandi tilgongd, sum kann steðga menningini at umseta inklusjón til veruligt praksis. Hetta er tí, at skipanarligar broytingar, ið ikki samstundis tryggja, at fakfólk, so sum lærarar, námsfrøðingar, ráðgevarar o.o., arbeiða inkluderandi, fer ikki at viðføra, at tey inkludrandi prinsippini koma at virka í gerandisdegnum í skúlunum. Menningin av inkluderandi skúlaskapi krevur, at mann javnt og samt arbeiðir í tvístøðum millum sernámsfrøði og almenna námsfrøði.
Henda gransking peikar á og talar fyri støðuligari tilgongd, sum hevur loyvt mær at menna og føra fram “støðuliga inklusjón” sum eitt nýtt hugtak í globala og lokala diskursinum um inkludrandi skúlaskap. “Støðulig inklusjón” peikar á fýra høvuðstættir, sum snúgva seg um samfelagsliga hugbinding, politiska- og leiðsluliga hugbinding, samtalu/samráðingar-hugbinding og grundgevingar-hugbinding. Hetta kann vera ein kós at seta fyri menningina av inkluderandi skúlaskapi í Føroyum.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...