
Fyrilestur: At brúka tónleik sum sissandi í røktini
Áhugaverdur almennur fyrilestur við heitinum, "Tónleikur hjálpir sjúklingum til ró", verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju mánadagin 2. oktober klokkan 9.00-9.45
Granskararnir Lars Rye Bertelsen og Helle Nystrup Lund frá Aalborg Universitetsjúkrahúsi fara at hava fyrilestur á Setrinum um royndir og gransking við at brúka tónleik sum sissandi í røktini.
Tey eru í Føroyum í sambandi við føroyska granskingarverkætlan um børn við fjølbreki í Føroyum (børn við neurologiskum sjúkum), og um tónleikurin kann hjálpa børnunum við fjølbreki og svøvntrupulleikum at sova betur.
Tað er Deildin fyri heilsu - og sjúkrarøktarvísindi, sum stendur fyri granskingini.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll kunnu koma við.
Tilmelding fer fram við at skriva til: torunno@setur.fo