University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Námsfrøði.jpg
22.04.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Hvussu fáa vit fleiri námsfrøðingar?

Á almennum námsvísindaligum granskingardegi hósdagin 24. apríl verður pallborðskjak um, hvussu vit í Føroyum fáa fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving

Tørvurin á fólki, sum hava námsfrøðiliga útbúgving, er stórur, og nú verður evnið sett á breddan, tá Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar til alment og ókeypis tiltak um gransking í skúlaskapi og námsfrøði.

Tað er á árliga námsvísindaliga granskingardegnum hósdagin 24. apríl, at endað verður við pallborðskjaki millum Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, Sannu á Løgmansbø, forkvinnu í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, Sonju Olsen, vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini og umboð fyri Kommunufelagið.

Tiltakið hevur annars spennandi stuttar framløgur á skránni, og tað er alment og ókeypis.

Les meira um skránna og tilmelding her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum

  2. Screenshot 2025 04 28 At 09 47 24 Universitetsbókasavnið Skal Styrkjast

    Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Eftirútbúgving fyri lærarar – tú velur, hvussu langt tú vilt fara