University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lesandi Í Námsfrøði Í Grønlandi Socialpædagogisk Seminarium

Tvey lesandi á Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi. Umboð frá grønlendsku útbúgvingini eru í Føroyum og leita sær íblástur frá Námsvísindadeildini (Foto: pi.sps.gl)

20.03.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Námsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁD

Í dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgvingina á vitjan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri at leita sær íblástur

Grønlendska námsfrøðingaútbúgvingin skal í næstum hava nýggja námsskipan, og í tí sambandi komu fimm umboð frá Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi í dag á Námsvísindadeildina á Setrinum. Gestirnir vildu hoyra um útbúgvingarskipanina í Føroyum við serligum denti á bachelorútbúgvingina í námsfrøði, sum verður boðin út á Setrinum.

Hans Harryson, varadekanur, og Marius Joensen, útbúgvingarleiðari, saman við grønlendsku gestunum frá Socialpædagogisk Seminarium

Framløgur vóru á skránni um hægri lestur í Føroyum og um útbúgvingarnar, sum Námsvísindadeildin veitir, og síðani var orðaskifti um, hvussu Norðurlond kunnu fáa fleiri ungdómar at velja lestur í námsfrøði, har tørvurin er so stórur og týdningurin við.

Lesið meira um grønlendsku útbúgvingarnar her.

Og lesið um og søkið inn á føroysku námsfrøðiútbúgvingina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum

  2. Screenshot 2025 04 28 At 09 47 24 Universitetsbókasavnið Skal Styrkjast

    Strategi løgd fyri universitetsbókasavnið

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Eftirútbúgving fyri lærarar – tú velur, hvussu langt tú vilt fara