Ársfrágreiðing Gransking 2023 Mynd Av Forsíðu
27.11.2024
Setrið Setursskrivstovan
Skriva út

Ársfrágreiðing 2023 um gransking á Setrinum

Trivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri Føroya í 2023 ber boð um, at framgongd er í granskingarvirkseminum, men at tað framvegis eru tøk at taka

Onnur høvuðsuppgávan hjá Fróðskaparsetri Føroya er at granska fram nýggja vitan til samfelag og umheim. Granskingarvirksemið á Setrinum kann skoðast í ársfrágreiðingum, og nú er frágreiðingin um granskingina í 2023 komin.

Føroysk gransking hevur tikið stór tøk seinastu 5-10 árini. Útgávur í altjóða tíðarritum eru øktar í tali, dygdin er batnað, og føroyskir granskarar standa nú á odda fyri fleiri stórum verkætlanum. Fróðskaparsetrið hevur bygt eitt sterkt undirstøðukervi við Granskingar- og framtakseind, og ein ph.d.-skúli er eisini á veg.

Fleiri týðandi samstørv eru sett í verk. Leiðsluforum fyri føroyska gransking er skipað, og avtala er gjørd um universitetsjúkrahús, sum fer at styrkja heilsugranskingina. Eisini eru samstørv við Kommunufelagið og 
nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík sett í gongd við tí fyri eyga at fáa til vega skilagóðar loysnir upp á kommunalar avbjóðingar og fyri at styrkja fólkaheilsuna í Føroyum.

Fróðskaparsetrið skal eisini taka nøkur ódnartøk í komandi tíðum, tá tað ræður um granskingarsamstarv altjóða. Í 2026 verður Setrið nevniliga vertur fyri stóru altjóða ráðstevnuni UArctic Congress. Talan verður um eina av teimum heilt stóru ráðstevnunum við millum 500 og 1000 luttakarum úr mongum ymsum londum, so stór fyrireiking skal til, men endamálið er eisini at fáa nógv burturúr og at knýta sambond við aðrar granskarar og koma upp í netverk at gera seg galdandi. Arktiska granskingin snýr seg um veðurlag, trygd, samfelag og mentan, men við strategiskum samstarvi skal granskingin á Setrinum í matvørum, biotøkni, varandi orku og heilsu eisini styrkjast.

Hóast menningina á granskingarøkinum seta Føroyar ov lítið av peningi av til gransking samanborið við onnur lond. Almenna fíggingin má vaksa, so føroyskir granskarar kunnu fáa javnbjóðis møguleikar við norðurlendskar samstarvsfelagar. Hetta krevur eisini íløgur í granskingarnetverk og granskingarpolitikk.

Føroyar eiga at seta eina tjóðargranskingarstrategi, har vinnulív, almennir stovnar og Fróðskaparsetrið samstarva. Endamálið er at byggja eitt vitanarrikið samfelag, har gransking verður grundarlag fyri menning og altjóða loysnum.

Vit eru á rættari leið – men ferðin má økjast.

Lesið alla ársfrágreiðingina um gransking í 2023 her.

Í ársfrágreiðingini er nógv spennandi tilfar, sum vísir, hvat granskarar á Setrinum arbeiða við og hava framt í 2023. Miðlar eru vælkomnir at endurgeva greinar úr ársfrágreiðingini, um kelda verður upplýst.

Úr innihaldsyvirlitinum:

Hvussu gerast vit eitt granskandi samfelag? 
Granskingarlandslagið á Setrinum 
Samstarv stovnað um føroyska gransking 
Akademisk starvsfólk 2023 
Seks spurningar til granskarar 
Námsvísindaligur granskingardagur 
Námsvísindadeildin 
Bókaútgáva: Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld 
Vísindaligar útgávur í 2023 
Bókaútgáva: Kampen om Ytringsfriheden 
Ársins miðlaheiðursløn 2023 
Søgu og samfelagsdeildin 
Verkætlan: Pápar og familjulív í Føroyum
Kynsbýtið millum akademisk starvsfólk í 2023 
Hvat halda føroyingar um javnstøðu? 
Ph.d.-lesandi á Setrinum 
Ph.d.-verkætlan: Møði, tyngd og svøvnur umborð á føroyskum fiskiførum 
Føroyamálsdeildin
Bókaútgáva: Tilflyting, føroyskt sum annaðmál og fleirmæli 
Máltøknidepilin: Lítla toymið við tí stóra setninginum 
Hugvísindalig gransking og Arktis (ARCH) 
Samstarvsavtala millum Setrið og Kommunufelagið 
Avtala um ítróttarfakligan vitanardepil í stórhøllini við Tjarnir 
Football as Medicine 
Føroysk gransking á breddan í BBC 
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi 
Granskingarverkætlan: StovnsGull 
Fyrsta vísindaliga greinin um allan arvastreingin hjá føroyingum 
Náttúruvísindadeildin 
Vitjan á starvsstovuni á Náttúruvísindadeildini 
Granskingarverkætlan: Mótstøðuførar bakteriur í frárenslum í Havn 
Deplar á Setrinum 
For the Common Good – til minnis um Jóannes Jacobsen