Debes og virusfruktirnar av ættartrænum
Vit kanna okkum sum ør í Føroyum, men maðurin, sum umheimurin kennir sum harra Korona í Norðuratlantshavi, hevur ikki gapað fyri vattpinninum – enn. –Tað er ikki neyðugt, fyrr enn tað er neyðugt, sigur Debes Christiansen, sum nú granskar fyri at gera smittusporingina neyvari og skjótari
- Dreymurin er at kunna lata landslæknanum lisnan arvastrong av einstøku smitturoyndunum innan 12 tímar.
Debes Christiansen stendur við talvuna á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hann er deildarleiðari. Hendan dagin skal hann tó royna at fáa undirritaðu at skilja, hvat hann hevur undir sínum granskaraluppi beint nú.
Hann teknar eitt ættartræ.
Fruktirnar á trænum eru av COVID-19-virussi. Debes Christiansen og hansara granskaratoymi hava sett sær fyri at lesa arvastreingirnar í koronuvirussi í øllum teimum smittaðu her á landi fyri at finna frávik. Tí frávikini siga nakað um, hvaðani smittan kemur, og hvussu hon hevur gingið.
- Um vit innan 12 tímar kunnu siga við landslæknan, at hendan smittan er nýkomin ella longu var herframmanundan, so spita vit sporingina og gera hana nógv neyvari og við minni arbeiðsorku, sigur hann.
Hann vísir á munin millum tað, vit í dag hava, og tað, sum vit kunnu fáa við hesi granskingini.
- Í løtuni verður ein vísindalig grein hjá Marnar Fríðheim Kristiansen um føroyskar smittuketur javnlíkamett. Hesar smittuketurnar eru teknaðar út frá samrøðum við smittað fólk. Vit hava hesar smitturoyndirnar her, og við at lesa arvastreingirnar í teimum, kunnu vit staðfesta, hvussu neyv ella óneyv samrøðusporing er, greiðir Debes Christiansen frá.
Kinesiski granskarin
Á veg út á Debesartrøð hendan fríggjamorgunin at gera samrøðuna ringir telefonin.
Í horninum er ein tingkona, sum eg havi spurt um okkurt.
- Skalt tú tosa við Debes? Hann bjargaði Føroyum í vár!
Hetta verður fyrsti spurningur, hugsi eg.
Passar tað, sum tey siga, bjargaði tú Føroyum í vár?
Debes smílist eitt sindur ivasamt og suffar. Men so ressast hann við.
- Jú, tað passar á tann hátt, at høvdu vit ikki havt kanningarskipanina klára, so høvdu vit verið noydd at sent royndirnar til danska Serumstovnin, og tað hevði havt seinkingar og avleiðingar við sær. Serliga tá vit so fingu nokkso nógva smittu, sigur hann.
Altjóða miðlar hava skrivað nógv um Debes Christiansen seinastu mánaðirnar. Tað er ein góð søga, at ein veterinerur – hann arbeiðir jú vanliga við sjúkum í alilaksi – í pinkulingalandi í Norðuratlantshavi megnaði at stápla koronukanningarskipan upp, meðan stór lond stríddust fyri at fáa tað at rigga.
- Men eg hevði jú gjørt tað fyrr við alisjúkunum. So hetta var bara copy/paste, sigur hann lítillátin og leggur aftrat:
- Eg hevði ikki kunnað gjørt tað uttan kinesiska granskaran, sum Nature nú hevur sett á listan yvir 10 teir mest týðandi persónarnar í ár.
Kung Fu-virussið
Koronufarsóttin hevur verið eitt høvuðsevni í amerikanska forsetavalstríðnum, og ákoyringarnar móti Kina, har fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur, hava verið øgiligar.
Kina hevur verið lagt undir at bølt oman á upplýsingum um genomið í virussinum og harvið seinkað umheiminum í at seta tiltøk í verk.
- Summi siga, at tað var klárt í desember, men eg veit ikki, sigur Debes Christiansen.
Kinesiski granskarin eitur Zhang Yongzhen. Hann var tann fyrsti, sum fekk alt SARS-CoV-2-genomið lisið. Í samrøðu við Time Magazine vísir hann aftur, at hann skal hava bølt oman á síni gransking.
3. januar fekk hann eina roynd frá einum illa lungnasjúkum borgara í Wuhan inn á sína kanningarstovu í Shanghai. Minni enn 40 tímar seinni var genomið lisið, og hann visti beinanvegin, at hetta virussið ikki var at spæla við. Men ikki fyrr enn 11. januar, tá starvsfelagi hansara úr Sydney, Edward Holmes, professari, bað um at sleppa at almannakunngera tað í opna altjóða dátugrunnin, virological.org, kundi umheimurin fara til verka av álvara.
Hetta tíðarspennið hevur fingið mong at ákæra Kina fyri drál. Men í samrøðuni við Time sigur Zhang Yongzhen, at hann sama dag, sum hann hevði genomið, also 5. januar, sendi tað til U.S. National Center for Biotechnology Information (NCBI). Time hevur fingið váttað hesa upplýsing frá innlatingarlistanum hjá Genbank.
Og tað var júst í Genbank, at Debes Christiansen fann tað nú so illa gitna genomið.
- Eg kendi ikki Lars (Fodgaard Møller, landslækni red.), og tí setti eg meg í samband við Shahin Gaini (yvirlækni og kliniskur lektari í infektiónsmedisini), sum segði, “far í gongd!”. Hetta var síðst í januar, og um miðjan februar var alt klárt, sigur Debes Christiansen.
Almennir dátugrunnar við vísindaligum granskingarúrslitum eru altavgerandi fyri arbeiðið hjá fólki sum Debes og Zhan, og sjálvur skal Debes eisini leggja øll síni úrslit út, so onnur kunnu brúka tey til fleiri framstig.
Tilbúgvingin má bøtast
Debes Christiansen hevur lært nógv hetta seinasta árið. Eisini um, hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar á smittutilbúgvingina í Føroyum. Hann greiðir frá, at í alivinnuni hava tey eina standandi tilbúgving og púra greiðar mannagongdir, so apparatið kann tendrast skjótt, um smitta fer at ganga.
- Tað almenna má hava tilbúgving í Føroyum til kreppustøður sum hesa, vit hava upplivað við koronu. Eg veit, at vit ikki kunnu hava ógvusligan yvirkapasitet “í friðartíð”, men vit eiga at hava vælútbúgvið fólk við dagførdum førleikum og útgerð í almennu skipanini, sum kann flyta seg skjótt, tá okkurt hendir.
- Vit kunnu kanska samanbera við brandstøðina. Tað logar ikki í heilum, men bilar og fólk verða viðlíkahildin. Tí ov seint er, tá eldur er komin í, sigur Debes Christiansen.
Og landið eigur ikki at dúva uppá, at tað privata tekur um endan, heldur hann.
- Tað almenna má sita fyri borðendan og hava tamarhald á síni tilbúgving. Kókar yvir, ja, so kann man biðja privat um at hjálpa til. Men hetta eigur undir ongum umstøðum at kommersialiserast. Brandstøðin er sjálvandi almenn, eins og landslæknin og landsdjóralæknin skulu vera tað, sigur hann.
Lesið eisini grein hjá Toke M. Carlsen um genomlesing av Covid-19 her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...