Screenshot 2023 12 20 At 15 04 08 Erasmus Letur Dyrnar Upp Fyri Umheiminum
Undirvísingarstýrið
20.12.2023
Setrið
Skriva út

Erasmus+ letur dyrnar upp fyri umheiminum

Føroyar eru einasta Norðurland, sum ikki er partur av Erasmus+, men fyrst í komandi ári verður politisk støða tikin til málið um at heita á ES um samráðingar um atlimaskap í Erasmus+, skrivar Undirvísingarstýrið í tíðindaskrivi:

Jólini nærkast í hvørjum, og í hesum døgum er nógv prát um jólagávur. ES lutar eisini út á hvørjum ári eina gávu við Erasmus+-stuðulsskipanini, sum ger tað lættari hjá m.a. lesandi og lærlingum at koma út í heim.

Undirvísingarstýrið skipaði fyri eini verkstovu 18. des., sum umrøddi møguleikarnar við at gerast partur av Erasmus+. Verkstovan vendi sær serliga til skúlaskipanina og onnur, sum kunnu gagnnýta Erasmus+.

Stuðulsskipanin fevnir nevnliga um dagstovnaøkið, fólkaskúlaøkið, eftirskúlar- og háskúlar, miðnámsskúlaøkið, yrkisrættaðar útbúgvingar, vaksnamannaútbúgving, hægri útbúgving, eftirútbúgving, umframt stuðul til verkætlanir um ungdómsarbeiði og ítrott.

Verkstovan hevði luttøku úr Føroyum, Danmark og Íslandi.

Kristianna Sjóvará, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og Jørgen Meitilberg, varastjóri í Undirvísingarstýrinum, greiddu frá um Erasmus+, og hvat skal til fyri at gerast partur av skipanini.

Føroyar og ES hava í mai 2022 undirritað sáttmála um luttøku Føroya í samstarvsætlanum hjá ES og tilhoyrandi frumskjal viðvíkandi tilknýti Føroya til Horizon Europe (ES-skráin fyri gransking og nýskapan).

Undirritaði sáttmálin er liður í eini nýggjari skipan hjá ES fyri atlimaskapi hjá triðjalondum, ið umfatar allar atlimaskapir í samstarvsætlanum hjá ES.

Sáttmálin gevur harvið Føroyum møguleika at samráðast um eisini at gerast partur av Erasmus+.

Fyrst í komandi ári verður politisk støða tikin til málið um at heita á ES um samráðingar um atlimaskap í Erasmus+.

Erasmus+ veitir stuðul til altjóða verkætlanir um flytføri og samstørv. Flytføri vil siga, at næmingar, lesandi og lærarar, námsfrøðingar, starvsfólk, venjarar o.o. luttaka í verkætlanum uttanlands fyri at leita sær íblástur, vitan og royndir. Samstørv fevna um størri verkætlanir við í minsta lagi trimum samstarvspørtum frá trimum ymiskum Erasmus+-londum. Harumframt er altjóða samstarvsskipanin, Erasmus Mundus, um hægri útbúgving, har útbúgvingarstovnar kunnu menna og bjóða út felags útbúgvingar á masterstigi við stuðli frá Erasmus+.

Samlaða ES-játtanin til Erasmus+ er fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 heilar 26,2 mia. evrir.

Grannalondini hava notið væl av Erasmus+.

Til dømis er játtanin í Danmark 377 mió. kr. í 2024. Erasmus+ fevnir um øll ES londini, EØS londini og m.a. Noregi og Ísland. Føroyar eru einasta Norðurland, sum ikki er partur av Erasmus+, og tískil fáa vit ikki gagnnýtt hesar møguleikarnar enn.

Á verkstovuni vóru framløgur úr grannalondunum Íslandi og Danmark – bæði frá hægri lærustovni, yrkisskúla, kommunu og miðnámi. Hesi greiddu frá sínum royndum við Erasmus+.

Lisbeth Kodal, altjóða samskipari hjá Varde og Esbjerg Kommunu, nevndi, at har í økinum er stórur tørvur á arbeiðsmegi, og Erasmus+ er við til at økja um førleikarnar í økinum, betra um trivnaðin og tryggja góðskuna á vitan og sínámillum vitanarútlutan. Kommunan metir tí, at Erasmus+ er ein gáva til kommununa og skúlaskipanina.

Mette Præstin Brandt, útbúgvingarleiðari á Gladsaxe Gymnasium, og Ágústa Unnur Gunnarsdóttir, altjóða samskipari í íslendska yrkisskúlanum Fjölbrautaskólinn í Breiðholti, nevndu, at har høvdu nógvir næmingar og lærarar gagnnýtt Erasmus+-skipanina.

Anne Mette Wohl, Rasmussen, útbúgvingarsamskipari á Københavns Universitet, metir, at altjóðagerðin við Erasmus+ gevur eitt eykavirði til skúlaskipanina, betrar um góðskuna á frálæruni, økir um trivnaðin og fakliga støðið hjá lærarum. Bæði lesandi og lærarar fáa víðari sjónarring, og Erasmus+ gevur atgongd til servitan og serligar førleikar. T.d. kann ein lærarari við Erasmus+-skipanini økja um sína servitan við at fara í nakrar mánaðir á ein hægri læristovn í einum øðrum landi við servitan á einum ávísum øki.

Umboðini úr grannalondunum vóru samd um, at tað krevur eisini nakað at gerast partur av Erasmus+. Serliga í byrjanini kann tað vera ein avbjóðing at fáa góðkenningar og avtalur uppá pláss. Erasmus+ krevur eisini, at londini hava eina tjóðarskrivstovu, sum umsitur limaskapin, stuðulin og samskipar luttøkuna av Erasmus+.