Nina Bonderup Dohn 2023
Nina Bonderup Dohn er professari í læring og KT, og hon er eisini leiðari á Center for Learning Computational Thinking á Syddansk Universiteti
16.02.2024
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Fakdidaktiskt skeið um telduliga hugsan

Fríggjadagin 8. mars verður fakdidaktiskt masterskeið fyri miðnámsskúlaundirvísarum í telduligari hugsan

Teldulig hugsan er tað, sum á enskum kallast fyri computional thinking, og hetta verður evnið á skeiðið á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya tann 8. mars. 

Skeiðið er ætlað teimum, sum undirvísa á miðnámi, og sum eru í ferð við ella hava staðið námsfrøðiliga útbúgving. Fakdidaktisk skeið er tað seinasta, sum krevst, fyri at fullfíggja námsfrøðiligu útbúgvingina.

Skeiðshaldari er Nina Bonderup Dohn, sum er professari í læring og KT, og sum eisini er leiðari á Center for Learning Computational Thinking á Syddansk Universiteti.

Nina er dr.phil. í nýtsluheimspeki, ph.d. i læringarástøði og cand.mag i heimspeki og alisfrøði. Hon hevur givið út eina røð av greinum og bókum um telduliga hugsan. Hennara gransking og undirvísing leggur áherðslu á at byggja brýr millum heimspeki og námsfrøði, bæði ástøðiliga og praktiskt, og við serligum atliti at KT í læring, leiklutin hjá kroppinum og teimum "tigandi læringahættunum".

Sí meira um útgávur hjá Ninu Bonderup Dohn her.

Talan er um eitt dagsskeið um læring og KT, sum kemur inn á tvey stór evni:

1) Víst verður á ymsar KT-didaktiskar hættir at stuðla upp undir læring við framløgum um, hvussu KT kann nýtast í frálæruni. Kjakast verður um, hvørt KT-didaktikkur er ein grundleggjandi nýggjur didaktikkur, ella um talan er um eina víðkan av siðbundnum didaktikki, men við nýggjum tólum.

2) Teldulig hugsan og læring. Innleiðsla í hugtakið um telduliga hugsan og grundgevingar fyri at brúka telduliga hugsan í ymsu fakunum til at stuðla upp undir læring.

Skeiðið er ókeypis fyri miðnámsskúlalærarar, sum eru í ferð við ella hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, og hesi hava frammíhjárætt at luttaka. Eru pláss tøk eftir tilmeldingarfreistina tann 1. mars kl 12.00, kunnu onnur fáa pláss á skeiðnum við einum luttøkugjaldi upp á 750 krónur.

Skeiðið tekur ein dag, og møguleiki er at fáa eitt ECTS-stig.

Undirvíst verður í aulini á á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20 á donskum máli.

Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.  

Við tilmelding verður skeiðslýsing umframt innskrivingarskjal sent.

Tilmelding: laufeyb@setur.fo