Human Machine Interface The Rise Of Artificial Intelligence Homo Deus
(Foto: Jack Moreh - freerangestock.com)
Lena Reinert, nevndarlimur í Málráðnum
20.12.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Í hvørjum líki er ársins orð?

Ársins orð 2023 er VITLÍKI. Hetta skrivar Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, um á heimasíðuni hjá Málráðnum

Síðan 2016 hevur KvF skipað fyri at kjósa ársins orð. Í ár umboðaði dómsnevndin Føroysk Miðlafólk, Málráðið og Føroyamál. Dómsnevndin fekk 10 orð, útvald úr einum størri lista av orðum, ið send vóru inn til facebook-síðuna hjá Góðan morgun Føroyar frá 11. november og frameftir.

Ársins orð skal umboða ta almennu samfelagsumrøðuna og verður valt í samráð við útvarpslurtarar. Siðvenjan gongur aftur til 1971, Wort des Jahres í Týsklandi, og hevur breitt seg til stóran part av okkara grannalondum, har tey nú velja ársins orð, og nógv velja enntá fleiri, eitt nú ársins unglingaorð. Í ár er danska unglingaorðið Rizz, sama orð, ið er Oxford Word of the Year 2023. Valdu vit í Føroyum eitt slíkt “ungeord”, kundi sama orðið saktans verið valt, tí hetta orð ferðast millum ungdómin.

Her kemur nakað áhugavert fram um styrkina og haldførið í føroyska málinum. Tað er einki krav um, at ársins orð í Føroyum skal vera føroyskt, men tey ungu, ið hava tikið orðið til sín, hava av sínum eintingum føroyskað tað til riss, at rissa upp ‘rizz, to rizz up’ og eisini til at ganga eftir veikari sagnorðabending, so “fert tú at rissa hana upp?” ella “rissaði tú hana upp?” eru fullgóðir setningar á føroyskum.

Somu styrki síggja vit í orðinum vitlíki.

At vit í Føroyum fylgja við menningini á talgilda økinum og nýta og gera nýggj orð er gleðiligt. Serliga er at gleðast um, at vit málbrúkarar laga orðini til føroysku skipanirnar fyri orðasmíð, úttalu og bending, so vit, tó at vit saktans kunnu siga bæði AI, kunstigur intelligensur, eftirgjørt og tilgjørt vit, tykjast at taka vitlíki framum. Orðið vitlíki er, við eitt sindur av hjálp frá orðafólki, vaksið fram til at vera nógv tað vanligasta orðið fyri hetta algoritmusavn, sum so nógv skutu upp til at vera ársins orð í Føroyum 2023.

Hvussu nógv hvørt av hesum orðum er og fer at verða brúkt, tað vita vit tó tíverri ikki - ikki sum er. Vit mugu bíða eini tvey ár, til stóri tekstagrunnurin, ið Máltøknidepilin av øllum alvi arbeiðir við at menna og mata, fer at virka, men tá tekstagrunnurin letur upp, so er líka við, at ársins orð velur seg sjálvt!

Í ár er tað okkum øllum ein góð jólagáva, at ársins orð er í føroyskum líki.

(Í fjør átti Lena Reinert sjálv ársins orð, sum var "stuttflutt". Les um tað her.)