Inga Meincke 1963-2023
Til minnis um Ingu Meincke
Inga Meincke, sum nú doyði 60 ára gomul, var í mong ár óhelmandi stríðskvinna fyri náttúruvernd og burðardygga menning.
Hon var fødd í Hamburg, las norðurlendska málfrøði við Ludwig Maxmilians-Universität í München og tók doktaraprógv við ritgerð um N. F. S. Grundtvig og upplýsingina: “Vox viva: dir wahre Aufklärung des Dänen Nikolaj Frederik Severin Grundtvig” í 1999.
Inga Meincke var fríyrkisgranskari og týðari. Hon var gestagranskari á Føroyamálsdeildini eitt skifti í nítiárunum. Hon skrivaði grein um skaldskapin hjá Tóroddi Poulsen, “Schreiben – Sehen. Tóroddur Poulsens ‘visuelle Dichtung’” (í: “Bild durch Schrift. Zum visuellen Diskurs in der skandinavischen Gegenwartsliteratur”. 2002. Freiburg im Breisgau. Rombach Verlag), og hon er ein av týðarunum í tvímæltu bókini “Frá Áarstovubrøðrunum til Tórodd – føroysk yrking í hundrað ár. Von Djurhuus bis Poulsen – färöische Dichtung aus 100 Jahren”. 2007. Leipzig. Pernobilis edition im Engelsdorfer Verlag.
Í 2021 kom týðing Ingu av barnabókini “Das Kälbchen” eftir Sigurð Joensen út á forlagnum Ungu Føroyar.
Landslutahøvuðsstaðurin München veitir, fyrstu ferð var í 2023, annað hvørt ár tvær heiðurslønir fyri týðing. Í ár varð Inga heiðrað fyri nýtýðing sína av skaldsøgu William Heinesens “Noatun”, sum fær stórt rós m.a. fyri at fanga og miðla málsligu brigdini millum føroyskt og danskt í týðing síni.
Vit minnast Ingu Meincke við tøkk og virðing.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...