Ferðafrásøgn Úr Sardinia
Bárður Skorheim Guttesen og Rakul í Gerðinum, lesandi
21.12.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lesandi á verkstovu í Sardinia

Bárður Skorheim Guttesen og Rakul í Gerðinum, sum lesa á Føroyamálsdeildini, hava verið á sonevndu Hackathonverkstovuni í Sardinia, og tey hava hesa stuttu ferðafrásøgnina hagani

- Hvussu kann havið knýta okkum saman, heldur enn skilja okkum sundur?

Hetta var spurningurin, vit skuldu arbeiða eftir á Hackathonverkstovuni á Sardiniu í november í ár, sum var fyri master- og ph.d.lesandi í Evropa.

Úr Føroyum høvdu tvey lesandi møguleika at luttaka, og tað gjørdust vit bæði, Bárður Skorheim Guttesen og Rakul í Gerðinum, sum bæði lesa føroyskt mál og bókmentir.

Hackathonverkstovan var skipað í sjey stigum ella fundareindum yvir tveir dagar, har arbeitt varð í bólkum við umleið fimm lesandi í hvørjum bólki.

Fyrsti verkætlanardagurin snúði seg um hugarok, um at menna hugskot og um at leggja ætlan fyri ymisku verkætlanirnar, sum bólkarnir høvdu valt at arbeiða við. Dagin eftir tóku bólkarnir arbeiðið upp aftur frá degnum fyri og løgdu seinastu hond á verkevni sítt, sum varð lagt fram fyri hinum bólkunum og eftirmett seinni á degnum.

Tey luttakandi vóru øll lesandi á lærdum háskulum í oyggjasamfeløgum og strandalondum, og tí var tað áhugavert at læra hvør av øðrum um, hvussu ymiskar hóttanirnar og møguleikarnir við sjónum eru. Og hóast hetta, so komu verkætlanarevnini í stóran mun at snúgva seg um havdálking og um, í hvønn mun vit kunnu lata eitt reinari umhvørvi víðari til komandi ættarlið.

Ein var døgunum varð eisini skipað fyri vitjan á royndarmistøðini, Porto Conto Rierche, í býnum Alghero, har granskarar greiddu okkum frá sínum royndum við eitt nú at granska í haldføri á matvørum, serliga feskum pasta, menning av uppskriftum til glutenfrítt øl og neyvstýring av fiskaaling soleiðis, at minst møguligt fóður fer til spillis og til dálkingar.

Eftir einari lítlari viku á Hackathon komu vit heim aftur til Føroya við nýggjari vitan og nýggjum royndum í skjáttuni.

Vit hava lært okkurt nýtt um at arbeiða skjótt saman við fólkum, sum vit ikki kendu frammanundan, og sum hava heilt aðra fakliga bakgrund enn vit. Á hendan hátt hevur tú als ikki stundir at missa málið úr eygsjón, og kanska er hesin arbeiðshátturin eisini ein máti at leggja lunnar undir onnur samstørv millum fólk í oyggjasamfeløgum. Tað skal tíðin vísa.

Fróðskaparsetur Føroya er við í einum evropeiskum samstarvið, ið hevur til endamáls at søkja um at gerast eitt av mongum universitetum í European University Alliances.

Í samstarvinum eru higartil níggju universitet: Fróðskaparsetur Føroya, University Le Havre Normandie, University of the French Antilles, University of Sassari, University of the Azores, University of Patras, University of the Balearic Islands, University of Dubrovnik og Burgas Free University.

Tað er Le Havre, ið samskipar samstarvið saman við Siris Academic, ið er ein sponsk ráðgevingarfyritøka.

Tað, ið hesi hava til felags, er, at tey eru staðsett í oyggjasamfeløgum, havnabýum og strandalondum, og tað er har, ið raðfestingarnar fyri samstarvinum eisini eru. Formliga heitið fyri samstarvið er EUNICoast – The Euroepan University of Islands, Ports and Coastal Territories.

Setrið luttekur á jøvnum føti við hini universitetini, tó eru vit ikki partur av Erasmus+-samstarvinum, og harvið fáa vit tí ikki beinleiðis fíggjarligan stuðul. Setrið er við fyri at skapa betri samstarv um útbúgving og gransking á høgum stigi og saman taka stig á økjum, har vit hava felags avbjóðingar. Harumframt er hetta samstarvið eisini ein liður í altjóðagerðini hjá Fróðskaparsetrinum.