Nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini
1. januar 2024 verður Erika Anne Hayfield dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur boðað frá, at Erika Anne Hayfield verður nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.
Erika Anne Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini, fyrst sum adjunkur, síðani lektari og granskari, og seinastu trý árini hevur hon harumframt verið varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.
Erika Anne Hayfield hevur ph.d.-útbúgving frá Edinburgh Napier University, umframt fleiri masterskeið í leiðslu.
Áðrenn hon fór at arbeiða á Fróðskaparsetrinum, arbeiddi hon m.a. í Vinnumálaráðnum og í privata vinnulívinum.
Í almenna rúminum er Erika Anne Hayfield kend sum virkin rødd í orðaskiftinum, eins og hon hevur staðið á odda fyri mongum verkætlanum og latið frágreiðingar og vísindaligar greinar úr hondum.
Á Fróðskaparsetri Føroya eru fimm deildir, og við setanini av Eriku Anne Hayfield eru nú tvær teirra undir leiðslu av kvinnuligum dekani.
Erika Anne Hayfield tekur við dekanstarvinum eftir Hans Andrias Sølvará, sum við onkrum millumbili hevur røkt tað síðani 2010, og sum nú valdi at leggja tað frá sær. Hans Andrias Sølvará heldur fram í starvi sínum sum professari á Søgu- og samfelagsdeildini.
Dekanstarvið varð lýst leyst innanhýsis, og Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur góðkent starvssetanina.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...