Nýtt masterskeið í altjóða politikki
Nýtt og spennandi stakskeið í altjóða politikki við einum teoretiskum og einum praktiskum parti verður á Søgu- og samfelagsdeildini. Tilmeldingarfreist er 15. januar
- Hvat eyðkennir smátjóðir í altjóða politikki?
- Í hvønn mun hava stór lond, smá lond og ikki-suveren lond ymiska atferð og avbjóðingar?
- Hvussu kunnu smáar tjóðir vinna sær vald og ávirkan á altjóða pallinum?
- Og hvussu kunnu vit skilja leiklutin hjá smærri aktørum ígjøgnum tær stóru, klassisku teoriirnar í altjóða politikki?
Hesir og aðrir spurningar mynda nýtt master-skeið við heitinum “Smátjóðir og altjóða politikkur”, sum í februar 2024 verður boðið út á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðið byrjar fyrst í februar endar seint í mai, og luttakarar møta til eittans seminar um vikuna á tríggjar tímar hvørjaferð.
Skeiðið telur 10 ECTS og er skipað í tveir partar. Tann fyrri parturin (7 seminar) viðger tær stóru teoretisku traditiónirnar ella “skúlarnar” í altjóða politikki (realisma, liberalisma, konstruktivisma, post-kolonialisma o.s.fr.). Umframt generelt ástøði leggja hesi seminar dent á leiklutin hjá smáum aktørum ígjøgnum hesi ástøði. Róbert Imre, lektari í altjóða politikki, fer at undirvísa á hesum fyrra partinum, og undirvísingin verður á enskum.
Í seinna partinum fara lesandi út at vitja ymsar stovnar og fyritøkur fyri at leita sær praktiska vitan um Føroyar og altjóða viðurskifti.
Ætlanin er m.a. at vitja Uttanríkistænastuna í Tinganesi, Arktisk Kommando, Pelagos, Vinnuhúsið, Vørn, radarastøðina á Sornfelli, alifyritøkur o.s.fr. Talan verður um 7-8 vitjanir.
Endamálið er at knýta saman teoretiska og praktiska vitan og veita lesandi analytisk, teoretisk og praktisk amboð til at greina og tulka avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í 21. øld.
Undirvísingin fer vanliga fram týsdagar seinnapart kl. 13-16 (men broytingar kunnu koma fyri).
Evstamark at søkja er tann 15. januar, og fortreytin fyri upptøku er BA-prógv í stjórnmálafrøði, samfelagsvísindum ella samsvarandi førleikar.
Lesið meira um skeiðið her.
Kostnaður fyri skeiðið er 2000 krónur (200 krónur fyri hvørt ECTS-stig).
Umsóknarblað fæst her.
Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgd av skeiðnum, og áhugað kunnu eisini senda ein teldupost til heinis@setur.fo
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...