Organisatións-menning á leiðslustigi
22. mars er evstamark at søkja pláss á stakskeiði í organisatiónsmenning á masterstigi, sum gevur tær førleikar at sniðgeva, íverkseta og eftirmeta organisatiónsmenning. Skeiðið er skipað sum vikuskiftislestur
Við klassiskum og nútímans ástøði og gransking í organisatiónsmenning veita vit her eitt skeið til tín, sum hevur tørv á at duga at menna organisatiónina.
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga at:
• Brúka gransking og vitan um organisatiónsmenning
• Greiða frá, greina og meta um týdningin av organisatiónsmenning
• Fáa starvsfólkahópin at skilja, hví organisatiónsmenning er neyðug
• Lýsa, hvussu ein í verki arbeiðir við Organisatoriskari Interventión (OI), t.v.s. menna, seta í verk og eftirmeta eitt OI- átak, eisini í føroyskum høpi
• Greiða frá teimum ymisku fakligu hugtøkunum og fyribrigdunum, sum eru knýtt at nútímans organisatiónsmenning, so sum capacity-building, t.v.s. leiðsluátøk, ið hava við sær, at starvsfólk trívast og mennast, og á hendan hátt økja um evnini hjá organisatiónini at røkka sínum málum
• Skilja ástøði undir lærandi stovni og vísa í verki, hvussu ein leiðir lærandi almennar og privatar organisatiónir
• Handfara og skilja mótstøðu í starvsfólkahópinum í eini menningargongd
G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 7,5 ECTS og er eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart.
Les meira um skeiðið her.
Kostnaður: 15.000 krónur
Undirvísing byrjar: 5. apríl
Skeiðið endar: 25. mai
Próvtøka: 19 juni
Umsóknarfreist: 22 mars 2024
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...