Chess Board And Player Strategy Concept
22.12.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Skeið í strategiskari leiðslu

Á hesum masterskeiðinum fært tú førleikar í strategiskari leiðslu. Melda til áðrenn 15. februar. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur 

Sum leiðari er gott at hava innlit í, hvussu strategisk leiðsla bæði her og nú og í longdini verður fyrireikað, fyriskipað og eftirmett.

Strategiarbeiði hongur oftani óloysiliga saman við hugtøkunum og fyribrigdunum missión (heimildar- ella "tilverugrundarlagið" undir arbeiðinum) og visjón (hvussu gera vit hetta skilabest).

Vegurin millum missión og visjón, og sum bindur hetta saman, er strategiarbeiði og strategisk leiðsla.

Í dagsins torgreidda samfelag er umráðandi at seta uppgávuna greitt í miðdepil og samstundis megna tær tillagingar, sum skulu til. Í hesum er førleiki at arbeiða strategiskt hent amboð, sum førkar almennar stovnar og privatar fyritøkur fram á leið. Strategi er týdningarmikil stýrisvølur hjá leiðslum, sum við at transformera strategi til ítøkiligar uppgávur hjá einstaka starvsfólkinum og/ella toyminum er við til at skapa meining, trivnað og úrslit.

Endamálið við hesum skeiðinum er, at tann lesandi yvirskipað skal skilja ymisku tættirnar, sum leiðslan í almennum og privatum organisatiónum skal handfara í sambandi við organisatiónsstrategi. T.v.s. skilja ástøðiliga og í verki, hvussu organisatiónsstrategi verður ment, sett í verk og eftirmett.

Við hesum skeiðinum á Fróðskaparsetri Føroya fært tú innlit í, hvat strategisk leiðsla er sum heild, umframt hvussu hetta sær út og verður framt í verki í føroyskum konteksti.

Á skeiðinum fær tú innlit í:

•    Klassisk og nútímans ástøði og gransking um organisatiónsstrategi 
•    Tíðarhorisontar og strategi 
•    Deliberativa og emergerandi strategi
•    Multistrategiska leiðslu 
•    Hvussu strategi er ein partur av missión og visjón
•    Strategiarbeiði við atliti at ESG (Environmental Social Governance)
•    Miðling og “umseting” av strategi til starvsfólkahópin 
•    Hvørja avmarkingar eru í strategiarbeiði

G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 5 ECTS og er eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart. 

Les meira um skeiðið her.

Kostnaður: 10.000 krónur

Undirvísing byrjar: 15. mars

Skeiðið endar: 6. Apríl

Próvtøka: 17 apríl

Umsóknarfreist: 15 februar 2024.