Stakskeið: Leiðsla og stovnsmentan
Søk áðrenn 15. januar á spennandi stakskeið í leiðslu og organisatiónsmentan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur
Sum leiðsla mást tú kenna tína organisatión væl, og ein lykil til tað er holl vitan um, hvussu stovnsmentan kemur til sjóndar í verki - bæði tilvitað og ótilvitað -, umframt at kenna nýggjastu rákini ástøðiliga og granskingarliga á hesum økinum.
Við hesum skeiðinum á Fróðskaparsetri Føroya fær tú innlit í, hvat stovnsmentan er sum heild, umframt hvussu hetta sær út í einum føroyskum konteksti.
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi skulu skilja hugtakið og fyribrigdi stovnsmentan.
Stovnsmentan er okkurt slag av ósjónligum mynstri, sum er millum fólk og setur karmarnar fyri okkara normum, virðum, sjónarmiðum og gerðum, tá ið vit eru til arbeiðis.
Á skeiðinum fær tú innlit í:
• Greining av organisatiónsmentan
• Organisatiónsmentan og dømi um hvussu, vísindaligar greinar viðgera evnið.
• Klassisk og nútímans ástøðir um organisatiónsmentan
• Hvussu normar, virði og sjónarmið mynda eina organisatión
• Kritiska grundan um ymisku ástøðini um stovnsmentan
• Hvussu stovnsmentan kemur til sjóndar í ymiskum londum
G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 5 ECTS, og sum eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart.
Les meira um skeiðið her.
Kostnaður: 10.000 krónur.
Undirvísing byrjar 26. januar.
Skeiðið endar: 17 februar.
Próvtøka: 28 februar.
Umsóknarfreist: 15 januar 2024
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...