University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
2018-08-20-Setur.FO-032.jpg
10.08.2020
Setrið Lestrarskrivstovan

Nú ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss

Til og við 13. august 2020 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

Enn er møguleiki at søkja inn bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2020, tí fleiri útbúgvingar hava enn tøk lestrarpláss.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.

Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.

Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi hósdagin 13. august 2020 kl. 14.

Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:

Bachelor

Master

Hjánám

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Pisufundur

    Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum

  2. Chatgpt Image 3. Apr. 2025, 15.03.16

    Almennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinum

  3. Sea Of Change Perma

    Bókaútgáva: Sea of Change