8
apr
helene_pristed_nielsen_650x350 c2016 (002).jpg


Kl. 15:00. Kongshøll, Vestara bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Almennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinum

8. apríl klokkan 15:00 fer Helene Pristed Nielsen, granskari, at hava almennan gestafyrilestur í Kongshøll á Vestaru Bryggju um kyn, yrkisval og flytføri í oyggjasamfeløgum

Er frí og jøvn atgongd til øll størv fyri øll fólk? 

Er tað til dømis torførari fyri ein mann at velja at gerast sjúkrarøktarfrøðingur enn fyri eina kvinnu at gera tænastu í herinum? 

Hvussu ávirka okkara hugmyndir um “ordiligar menn“ og “ordiligar kvinnur“, hvørjar útbúgvingar, størv og starvsleiðir tykjast atkomuligar fyri menn og kvinnur? 

Og hvussu hongur alt hetta saman við landafrøði, flytføri og fleksibiliteti á arbeiðsmarknaðinum?

Helene Pristed Nielsen, sum er adjungeraður lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, fer at halda gestafyrilestur um kyn og stereotypur í arbeiðslívinum. Fyrilesturin verður í Kongshøll tann 8. apríl frá klokkan 15:00 – 16:15.

Hon fer at leggja fram niðurstøður og geva okkum innlit í sína rúgvismiklu gransking í kyni, yrkisvali og flytføri við serligum atliti at oyggjasamfeløgum.

Eisini fer hon eisini at røða um royndir sínar sum ráðgevi í fjølbroytni og javnstøðu í donsku sjóverjuni. 

Endamálið við fyrilestrinum er at bjóða av, upplýsa og kveikja umhugsan.

Tí hvat er javnstøða í veruleikanum? Og eigur málið til dømis at vera javnt tal av monnum og kvinnum í sjóverjuni?

GG: Fyrilesturin er á enskum.

 

 

Tíðspunkt
týsdagur 8. apr., kl 15:00
Longd
15:00 - 16:15
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn