
Fyrilestur: Dashboard í ArcGIS online
Staðsetingardepilin, sum er samstarv millum Setrið, Landsverk og Umhvørvisstovuna, skipar hósdagin 25. januar frá klokkan 16-17 fyri opnum fyrilestri um, hvussu Dashboard verða gjørd í ArcGIS online
ArcGIS Online Dashboard* er ein web-app, ið gevur brúkaranum møguleika at síggja og visualisera hagtøl burtur úr egnum dátum.
Martin Sirkovsky, sum er GIS-ábyrgdarfólk hjá Tórshavnar kommunu, fer at vísa og greiða frá, hvussu dashboard verða gjørd.
Hetta verður ein “live”-sýning, har Martin vísir tey ymsu stigini, ið skulu takast, hvat eitt dashboard yvirskipað skal innihalda, ymsar smálutir so sum at knýta til røttu dáturnar o.a.
Fólk eru vælkomin at spyrja sohvørt.
Hevur tú atgongd til ArcGIS Online, kanst tú eisini gera dashboard.
Ikki er neyðugt við tilmelding, og drekkamuður verður eisini at fáa.
Fyrilesturin verður á Náttúruvísindadeildini í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn í høli 511.
Tiltakið er ókeypis.
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...