
Grein um Púkaljóm í Oxford University Press
Í bókini Milton tvørtur um mørk og miðlar er forvitnislig grein eftir Turið Sigurðardóttur, professara emerita, um yrkingina Púkaljóm
Yrkingin Púkaljómur eftir Sjóvarbóndan, sum Jens Christian Djurhuus (1773-1853) varð róptur, er enduryrking av ensku yrkingini Paradise Lost hjá John Milton, og hon er eindømi í føroyskum skaldskapi.
Hvussu flutti føroyska kvæðaskaldið evnið í tí órímaðu lesiyrkingini hjá John Milton til føroyskt, og hvussu varð Púkaljómur móttikin?
Hetta og meira viðger greinin “On the Faroese Reworking of Paradise Lost” eftir Turið Sigurðardóttur í nýggju bókini Milton Across Borders and Media (Milton tvørtur um mørk og miðlar).
Ritstjórar eru Islam Issa og Angelica Duran.
Bókin er í fimm pørtum. Í øðrum parti, Interlingual Borders (Millummálslig mørk), er ein av fýra greinum tann um Púkaljóm.
Meira um bókaútgávuna hjá Oxford University Press her.
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...