Vinnu PHD Varðin Og Setrið
Ian Salter, granskari á Havstovuni, Durita Nielsen, Granskingar- og framtakseindin á Fróðskaparsetrinum, Annika Nolsøe, menningarleiðari á Varðanum Pelagic, Anni Djurhuus, granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, vinnu-ph.d.-lesandi og Tórheðin J. Jensen, marknaðarføringar- og umsitingarleiðari á Varðanum
05.03.2024
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Nótaskip og Varðin við í gransking hjá Setrinum og Havstovuni

Ein nýggj granskingarverkætlan um uppsjóvarfisk og hjáveiðu hjá uppsjóvarskipum fer nú av bakkastokki við stuðli frá bæði tí privata og almenna geiranum

1. mai skiftir Marjun á Fríðriksmørk Berbisá gir í starvi sínum á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Tá fer hon nevniliga í eitt nýtt yrkis-ph.d.-starv á Varðanum Pelagic, har hon skal granska. 

Tað privata og almenna eru farin saman við danska Innovationsfonden um at fíggja granskingarverkætlanina hjá Marjuni, sum hevur heitið, “Assessments of Pelagic Fish Stocks and Bycatch Using Environmental DNA and User-Friendly Samplers”. 

Granskingarverkætlanin skal við umhvørvis-DNA-kanningum og brúkaravinarligum sýnistøkum fáa til vega nýggja vitan um uppsjóvarfiskastovnarnar og hjáveiðu hjá uppsjóvarskipunum.

Umhvørvis-DNA er DNA frá øllum lívverum, sum eru í einum ávísum umhvørvi. Hetta DNA kann fáast til vega við at síla vatnroyndir og síðani kanna, hvussu nógv er av teimum ymsu lívverunum í vatninum. Eitt endamál er at menna ein góðan og brúkaravinaligari hátt at gera sýnistøkur. Eitt annað endamál er at fáa betri stovnsmetingar og hollari vitan um, nær og hvar ávís fiskasløg skulu fiskast.

Verkætlanin er fíggjað av Felagnum Nótaskip, Varðanum, Varðanum Pelagic, Innovationsfonden, Havstovuni, Setrinum og Føroyagrunninum.

Tað mesta av fíggingini er frá Felagnum Nótaskip og Innovationsfondinum í Danmark.

Ein vanlig ph.d.-verkætlan tekur trý ár. Tá talan er um yrkis-ph.d., sum í hesum føri, skal vinnulívið fíggja ein part av kostnaðinum, umframt at ein partur av arbeiðinum skal gerast í einari fyritøku. Tann lesandi skal eisini hava tveir vegleiðarar.

Vegleiðarar hjá Marjuni á Fríðriksmørk Berbisá vera Anni Djurhuus, ph.d. og lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, Ian Salter, ph.d. og evnafrøðingur á Havstovuni, umframt Annika Nolsøe, sum verður vegleiðari á virkinum á Varðanum Pelagic.  

Hetta er aðru ferð, at Varðin hevur ein ph.d.-lesandi og fyrstu ferð, at tað er ein frá Fróðskaparsetri Føroya. 

- Vit meta, at granskingarverkætlanin er góð fyri vinnuna, sum vit arbeiða í, sigur Tórheðin Jensen, leiðari á Varðanum. 

-  Og vit vóna eisini, at hendan verkætlanin kann vera við til at styrkja um áhugan hjá føroyskum lesandi at granska og menna fiskivinnuna, eisini á landi, sigur hann.

Hava onnur áhuga at søkja um stuðul til yrkis-ph.d. frá Innovationsfonden, ber til at lesa meira her

Hoyrið eisini samrøðu hjá KVF við Marjuna á Fríðriksmørk Berbisá her.