
Nýggj grein í Cambridge University Press
Nýggj vísindalig grein viðger gerðarættir og dómsskipanir, sum loysa altjóðarættarligar trætur, tá tað ræður um havrættarsáttmálan hjá ST
Í seinastu útgávu av Leiden Journal of International Law, sum er eitt viðurkent tíðarrit um altjóðarætt, og sum Cambridge University Press gevur út, er grein eftir Bjørn Kunoy, professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya.
Greinin eitur “Dislodging the compulsory dispute settlement mechanism: Analysis of Article 281 of UNCLOS”, og í henni viðger Bjørn Kunoy gerðarrættir og dómsskipanir, sum virka fyri at loysa altjóðarættarligar trætur við støði í havrættarsáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum.
Havrættarsáttmálin hjá ST leggur lunnar undir eina tvingaða gerðarrættar- og dómskipan, har at kalla allar trætur kunnu latast til gerðarrættir, altjóða havrættardómstólin í Hamburg ella til altjóða dómstólin í Haag. Tó ber til hjá sáttmálapørtum við støði í grein 281 í havrættarsáttmálanum hjá ST at gera semju um at gera hesa - annars tvingaðu - skipan óvirkna.
Bjørn Kunoy útgreinar, hvussu grein 281 hevur virkað, síðani havrættarsáttmálin varð settur í gildi.
Hugt verður at øllum dóms- og gerðarrættarúrskurðum fyri m.a. at vísa á ósamanhangandi niðurstøðurnar í úrskurðunum.
Við støði í altjóða siðvenju í tulkingarrætti verður eisini hugt kritiskt at grundgevingunum í hesum dóms- og gerðarrættarúrskurðum, og sum í summum førum eru lítið sambærligar við altjóða siðvenju í tulkingarrætti.
Fyri at stuðla upp undir niðurstøðurnar verður eisini hugt at forarbeiðunum til havrættarsáttmálan, áðrenn skrivað verður, hvørji fyrilit eiga at liggja til grundar fyri tulkingini av ásetingini í havrættarsáttmálanum, ið loyvir sáttmálapørtum at seta úr gildi tvingaðu gerðarrættar- og dómsskipanina, tá tað ræður um trætur, sum viðvíkja viðurskiftum, sum verða skipað av havrættarsáttmálanum.
Samandráttur av greinini er her.
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...