Stórur áhugi fyri altjóða summarskeiði í Føroyskum
Stórur og vaksandi áhugi er hjá útlendskum studentum at koma á altjóða summarskeið á Setrinum í Føroyskum
Hvørt summar bjoðar Føroyamálsdeildin eitt altjóða skeið í føroyskum máli, bókmentum og søgu, og áhugin fyri tí er bæði stórur og vaksandi millum útlendsk lesandi.
Nú evstamark at søkja fór, eru 46 umsóknir komnar úr Norðurlondum, Týsklandi, Onglandi, USA, Grikkalandi, Portugal, Japan og Sveis. Talið er ov stórt til, at øll fáa pláss, men tey, sum lúka treytirnar fyri upptøku koma á bíðilista.
Ein treyt fyri at fáa pláss á summarskeiðinum er, at umsøkjararnir eru innskrivaðir til lestur, ella fyrr hava lisið á hægri lærustovni. Neyðugt er eisini, at tey hava grundleggjandi vitan um germansk mál.
Skeiðið í ár verður frá 1. - 21. august, og tað eru Sissal Maria Rasmussen og Lena Reinert, sum fyrireika og samskipa skeiðið.
Bergur Durhuus Hansen, sum er dekanur á Føroyamálsdeildini, heldur, at hetta altjóða summarskeiðið er virðismikið og vælumtókt.
- Fleiri av teimum, sum hava verið á summarskeiði undanfarnu árini, eru í dag týðarar úr føroyskum í onnur mál ella eru vend aftur á Fróðskaparsetrið sum gestagranskarar, hava skriva ritgerðir um føroyskt ella hava á annan hátt hildið fram og arbeitt við føroyskum, sigur hann.
- Summarskeiðið prógvar eisini møguleikarnar, sum eru í at menna altjóða skeið á Fróðskaparsetrinum sum heild, sigur Bergur Djurhuus Hansen.
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...
- 21.01.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingarViðmerking: Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar....