
Ársins miðlaheiðursløn til Debes Christiansen
Debes Hammershaimb Christiansen, granskari hevur júst fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum
Eingin ivi var hjá dómsnevndini: Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og granskari hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020.
Heiðurin varð latin honum nú seinnapartin í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.
Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum.
Bergur nevndi gávumildni í síni grundgeving fyri at geva Debes Hammershaimb Christiansen heiðurslønina.
Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði hann.
Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja Debesi hjartaliga til lukku við miðlaheiðurslønini!
Lesið samrøðu við Debes Hammershaimb Christiansen her.
Á vísindavøkuni, sum hevur verið í allan dag í Kongshøll, varð ein annar granskari heiðraður.
Granskarar høvdu eina snarrøðukapping, har tey í 150 sekund skuldu greiða frá síni gransking.
Domsnevndin metti snarrøðuna hjá Súsonnu Poulsen á Umhvørvisstovuni at vera ta bestu.
Súsanna greiddi í 150 effektiv sekund frá kanningunum av luftgóðskuni í Føroyum. Hon setti spurnartekn við, um luftin er so rein, sum vit billa okkum inn. Og eftir at hava fingið at vita, hvussu kanningar verða gjørdar, svaraði hon spurninginum: Nei, vit hava ikki heimsins reinastu luft, men dálkingin er undir markvirðini hjá ES.
Til lukku við heiðurslønini, Súsanna!
- 21.02.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinHaldføristrupulleiki og gjøld fyri at nýta náttúrutilfeingiBúskaparráðið sigur, at almenni geirin í Føroyum hevur so...
- 14.02.2025 SetriðÓlavur heldur fram sum formaðurNýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur nú skipað...
- 08.02.2025 Setrið FøroyamálsdeildinSamtíðardansur: Rannvá og Vár fingið gávugóðsSeinnapartin var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, tá...